Frá nærum húsagangi til uppflyting

Viljormur Davidsen hevur verið trúgvur og drúgvur hjá Vejle, og nú fekk hann løn fyri sítt stríð

Viljormur í Heiðunum Davidsen er spælarin sum hevur spælt flest dystir á besta liðnum hjá Vejle, tá hugt verður eftir hópinum, ið vann sær uppflyting upp í superliguna fyrr í dag.

 

Viljormur spældi sín dyst nummar 120 fyri besta liðið hjá Vejle, tá Vejle vann 2-0 í Thisted og tryggjaði sær uppflytingina. Viljormur hevur skorað fimm mál í hesum 120 dystunum.

 

Viljormur fekk sáttmála við Vejle í 2013, og hevur hann nú fullført fimm kappingarár við Vejle.

 

Stóra lokala blaðið, Vejle Amts Folkeblad hevur eina samrøðu við føroyska landsliðsspælaran, ið er gjørd aftaná uppflytingin gjørdist veruleiki í dag: - Eg havi verið við til nógv. Eg var við tá vit mundu farið á húsagang, og nú var eg tíbetur við til at fáa liðið upp í superliguna. Tað hevur verið ein fantastisk ferð, sigur Viljormur.

 

- Vit hava eitt gott venjaratoymið, og vit hava fingið nakrar góðar spælarar, og vit riggað væl saman sum eitt lið, sigur Viljormur. Sjálvt tá tað sá myrkt út tíðliga í vár, og vit bara fingu fimm stig í seks teimum fyrstu dystunum í vár, so misti ongin í hópinum vónina um, at tað lat seg gera. Vit spældu fleiri 0-0 javnleikir, men sjálvt um tað hendi so blivu vit við at trúgva uppá tað, tí vit spældu væl í flestu dystunum, greiðir Viljormur frá í samrøðuni við Velje Amts Folkeblad. 

 

Sáttmálin hjá Viljormi gongur út í summar, men hann er í løtuni í samráðingum við felagið:  Eg vóni, at vit finna eina loysn, tí eg vil ógvuliga gjarna halda fram í Vejle, sigur Viljormur í Heiðunum Davidsen.