Fótbóltur
Tað byrjaði so væl. Stemningurin var í toppi, tá KÍ á sumri 2005 helt tíðindafund.
Orsøkirnar vóru tvinnar. Við einum nýskipaðum fíggjargrundarlagið, har gomul skuld var ruddað burtur, og har felagið nú hevði trygt lendi at standa á, skuldu fyrstu fetini móti visjón 2009 takast. Ein visjón, sum ætlandi hevði við sær, at KÍ um ikki so langa tíð aftur skuldi teljast millum tey bestu í føroyskum fótbólti.
Hin parturin av pakkanum var staðfestingin, sum leingi hevði verið ein giting. Tony Paris – maðurin, sum í 1999 førdi KÍ til greipuna – hevði skrivað fýra ára sáttmála við felagið, soleiðis at hann skuldi ganga á odda í menningini av felagnum.
Hendingin við Høgna
Fyrsta árið varð eisini góðkent. Tað eydnaðist ikki at vinna heiðursmerki í landskappingini, men eitt fjórða pláss á talvuni umframt ein tapt steypafinala móti B36 var væl og virðiliga innan fyri mark av tí, sum viðhaldsfólkini høvdu roknað við.
Og sjálvur segði venjarin eisini, at hetta var eitt fínt útgangsstøði undan 2007, har varðin skuldi lagast enn hægri.
Men tað var nú ikki júst tað, sum hendi. Í landskappingini gekk av skriðjuni til. KÍ var fram til summarsteðgin í støðugum stríði kring botnlinjuna, og harði leiðslustílurin hjá Paris tóktist ikki vera rætti pedagogiski heilivágurin til at lyfta avrikið.
Heilt galið gjørdist tað, tá KÍ á heimavølli tapti móti GÍ. Ein skúmandi Høgni Madsen varð skiftur út, og eftir at hava verið undir brúsuni kom spælarin inn um gyrðingina og yvir til venjarabeinkin, har hann við ómisskiljandi faktum segði bæði Tony Paris, øllum áskoðarunum og myndatólunum hjá 3-2, hvat hann helt um venjaran.
Var talan um ein venjara, sum hevði uppbakning í felagnum, hevði slík gerð uttan iva alt fyri eitt borið við sær, at spælarin varð burturvístur.
Men tað hendi ikki í Klaksvík. Ístaðin gjørdist tað venjarin, sum fekk sekkin, tá summarsteðgurin stóð fyri framman. Enntá við eini uppsøgn, sum varð givin uttan lønarendurgjald av nøkrum slag.
Í bakspeglinum kann væl sigast, at Tony Paris neyvan var einasti trupulleikin, sum KÍ hevði at dragast við. Eyðun Klakstein, sum tók við venjarasessinum, helt liðnum flótandi í 2007, men eisini hann mátti boyggja seg í 2008, og í seinastu umførunum var tað Petur Mohr, ið enn eina ferð ageraði sum bjargingarmaður hjá KÍ. Ein roynd, sum tó miseydnaðist í 2009, tá fuglfirðingurin enn einaferð varð tilkallaður. Og so var staðfestingin, at KÍ ikki longur var partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini.
Strukturellir trupulleikar
Frá nógvum síðum gjørdist Tony Paris ein ímynd av trupulu gongdini hjá klaksvíkingum. Men hóast hann neyvan var lýtaleysur í so máta, so er eingin ivi um, at talan eisini hevur verið um aðrar meira grundleggjandi trupulleikar.
Meistaraheitið í 1999 var ein varði, sum byggjast skuldi víðari á, og við Tomislav Sivic sum nýggjum venjara var KÍ til reiðar at halda fram við sigursgongdini. Serbin hevði havt frálík úrslit í VB og B36, og í Ungarn hevur hann síðani staðið seg framúr. Men í Klaksvík bar einki serliga væl til hjá honum.
Danski profilurin við fortíð í Eysturríki, Ove Flindt Bjerg, tók yvir, men her endurtók sama søgan seg, áðrenn Paris varð tilkallaður.
Við øðrum orðum hevur KÍ roynt seg við fýra venjarum (umframt Peturi Mohr sum næstan føstum bjargingarmanni) í eitt tíggju-ára skeið, uttan at hetta hevur lyft besta liðið móti teimum heilt stóru hæddunum.
Fíggjarliga hevur felagið tvær ferðir verið um at kollsiglt, og seinasta bjargingarroyndin í so máta var samstundis við til at tappa felagið fyri spælarar, soleiðis at niðurflytingin gjørdist eitt tema frá fyrsta leikdegi í fjør.
Og nú hóttir fíggjarligi veruleikin enn einaferð. Hálv millión skal finnast til Tony Paris, sum fekk staðfest, at ein skrivaður sáttmáli er nakað, ið skal virðast.
Venjarin, ið varð móttikin sum ein Messias, gjørdist kanska ikki nakar Judas. Heldur kann leikluturin sammetast við Pontius Pilatus, ið tváðaði sínar hendur, og segði seg vera ósekan í blóðinum á hesum rættvísa manni.