Tórshavnar kommuna heitir í dag á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, um ikki at taka tilmæli frá býarskipanarnevnd landsins til eftirtektar, aftaná at nevndin hevur mælt til at steðga havnarútbyggingini hjá Tórshavnar kommunu.
- Frámælið hjá almennu býarskipanarnevndini byggir ikki á fakta og gjørdar kanningar, men á almennu umrøðuna og viðmerkingar frá fjølmiðlunum. Niðurstøðurnar eru ikki undirbygdar, og tær standa harumframt í greiðari andsøgn við tær sera umfatandi kanningar og drúgva fyrireikingararbeiðið, sum kommunan hevur gjørt í sambandi við ætlaðu útbyggingina, skriva Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.
Tey trý bera ótta fyri, at tilmæli kann seta steðga framtíðar havnarvirkseminum í høvuðsstaðnum.
- Við áliti sínum mest sum tvingar Býarskipanarnevndin kommununa út úr Havnini við framtíðar havnarvirksemi og forðar nevndin harvið meir ella minni uttan víðari fyri vøkstri á verandi havnarøki. Hetta er sera víttfevnandi og kann ikki vera rætt, og eftir fatan kommununnar hevur hvørki Býarskipanarnevndin ella landsstýrið grundarlag ella orsøk til slíkt víttfevnandi krav.
Tey trý finnast eisini at tí, ið tykist at vera ein niðurstøða, ið er bygd á almenna umtalu. Víst verður á, at uppgávan hjá býarskipanarnevndini er at ráðgeva landsstýriskvinnuni fakliga út frá fakta, og ikki byggja grundgevingar á politisk ella populistisk sjónarmið, sum koma fram í almennari umrøðu.