Frælsur ítróttur í Havn

Nú eg havi latið meg stilla upp til býráðsvalið í Havn, havi eg hug at sláa eitt slag fyri frælsum ítrótti í høvuðsstaðnum. Frælsur ítróttur er grundarlagið undir øllum øðrum ítrótti. Frælsi ítrótturin er tann klassiski ítrótturin, sum var í hásæti í teimum gomlu olympisku leikunum, og sum enn dagin í dag er ryggurin í olympiskum leikum.

Frælsur ítróttur verður íðkaður undir skipaðum viðurskiftum um allan heim, eisini í Eysturoynni, men ikki í høvuðsstaði Føroya. Eg haldi, at tað er stórt spell og forsømilsi av fleiri ættarliðum av býarpolitikarum, at Havnin framvegis ikki er før fyri bjóða sínum mongu borgarum ein ítróttavøll til sjálvan frumítróttin.

Frælsur ítróttur fevnir um nógvar ítróttagreinir. Tær eru mest fyri einstaklingar og spenna frá renningum av ymsum slag um longdarlop, sleggjuvarp og kúluvarp til hástøkk og stangarstøkk.

Hetta eru góðar kropsvenjingar, sum hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá bæði ungum og eldri. At tær ikki kunnu íðkast og takast við í frítiðarvirksemi í dag, er eitt stórt minus fyri landsins høvuðsstað, ið kann reypa av eini svimjihøll, sum stendur mát við tær bestu í Norðurlondum.

Havnarmenn hava í eina heila øld bygt stadion í Gundadali uttan at veita tí klassiska ítróttinum innivist. Eg vænti ikki, at Tórsvøllur verður broyttur í bræði, og tí haldi eg, at Tórshavnar Býráð skal ganga undan at gera eitt øki til frælsan ítrótt.

Hetta øki kann til dømis vera í natúrperluni í Hoydølum. Har er pláss fyri rennibreyt og øðrum breytum, sum hoyra til ein framkomnan ítróttavøll. Har kunnu øll íðka og renna, eisini tey, sum fáast við bóltspøl, kappróður og innanduraítrótt, og tey, sum bara vilja renna sær ein túr fyri sína egnu vælveru.

Tað er ikki nóg gott fyri høvuðsstaðin í Føroyum, at ítrótturin má siga Oyggjaleikirnar frá sær, tí Havnin hevur ikki teir vøllir og tær breytir, sum krevjast til kappingarnar.

Komandi býráð eigur at taka spurningin um eitt øki til frælsan ítrótt upp í stórum álvara og raðfesta hann frammarlaga. Hetta er eitt tilboð, sum landsins høvuðsstaður eigur at geva sínum borgarum, og ein fyritreyt fyri, at vit kunna meta okkum javnt við aðrar høvuðsstaðir.


Jógvan Arge

valevni tjóðveldisfloksins

til Tórshavnar Býráð