Frælsur ítróttur byrjar í dag

Í dag er annar dagurin, har kappast verður á Bermuda, og í dag verður lagt til brots í frælsum ítrótti.

 

Hesi bæði samdøgrini síðan hópurin hjá FÍF kom upp á pláss á Sedarbridge Academy í Hamilton á Bermuda hava tey brúkt tíðina til at eta, sova og hvíla, og sjálvandi eisini til lættar venjingar.

 

Fyrrakvøldið vóru tey við til setanina og í gjár, tá flestu av hinum kappingunum byrjaðu, vóru frælsu ítróttarfólkini áskoðarar. Men í dag verður tað eisini álvari hjá teimum, skrivar Hallur Holm av Bermuda.

 

Seks føroyskir íðkarar skulu kappast í dag, fýra fyrrapartin og tvey í kvøld.

 

Kappingin í hæddarlopi og innleiðandi riðlarnir á 100 metrum bryjað nú klokkan tvey føroyska tíð, tað er klokkan 10 lokala tíð. Øssur Debes Eiriksfoss og Trygvi Laksafoss eru við í hæddarlopi, og hóast Øssur Debess Eiriksfoss vann bronsu fyri tveimum árum síðan, er ikki vist, at hann megnar at vera so frammarlaga hesaferð, skrivar Hallur Holm.

 

Rói Holgarsson verður við í kappingini á 100 metrum. Besta tíð hansara er 11,35 sekund.

 

Klokkan 15.10 okkara tíð, skal Rúni Seloy renna innleiðandi á 800 metrum, og har eru vónirnar, at hann klárar at renna seg í finaluna, sum verður í annaðkvøld.

 

Í kvøld skulu Valborg Heinesen og Marnar Djurhuus í eldin. Tey renna bæði 10.000 metrar og spennandi verður at síggja, um tey klára at vinna heiðursmerkir. Valborg Heinesen vann fyri kortum eina kapping í Pólandi við tíðini 37,25, sum er ein góð tíð, og tí eru góðar vónir til hennara avrik.

 

Marnar Djurhuus verður tann seinasti føroyski íðkarin, sum fer í gongd í kvøld, tá hann skal kappast á 10.000 metrum. Hansara besta tíð stavar frá oyggjaleikunum seinast, tá hann gjørdist nummar fimm í tíðini 32,56. Vónirnar eru, at hann klárar at renna upp til sítt besta, so hann kann vera við í kappingini um heiðursmerkir.

 

Myndatekstur: Í morgun savnaðist føroyski hópurin á National Sportscenter til myndatøku. Standandi: Rógvi Højgaard, Øssur D. Eiriksfoss, Trygvi laksáfoss, Heri Ziska, Marnar Djurhuus og Rói Holgarsson. Á knæ: Rúni Seloy, Rebekka Fuglø og Valborg Heinesen.

Mynd: FÍF