Í seinastuni hevur verið tosað um, at bæði stóru bløðini í Føroyum hava verið ímóti samgonguni í m. a. fullveldismálinum.
Tað er sera týdningarmikið, at eitt mál verður lýst frá fleiri síðum, og tað má vera fremsta uppgávan hjá fjølmiðlum. At onkur hevur skotið upp, at »fullveldisvongurin« skal fáa nakrar síður í hvørjum blað fyri at tryggja óheftan tíðindaflutining er eitt útsagn , ið ikki ber til, og er ikki sørt niðurlátandi yvir fyri fjølmiðlunum. Tað má vera soleiðis, at tíðindaflutningur og politikkur er atskiltur, so tað er meiningsleyst at ein ávísur vongur skal bera tíðindi, ið so pr definitión ikki eru óheft. Ein og hvør kann senda greinar inn, men tað kemur undir viðmerkingar og ikki undir tíðindaflutning.
Bløð kunnu gjøgnum redaktiónina seta fram spurningar og verða kritisk, men slíkt verður ført fram á hesum stað. Tað er ein grov undirmeting av einum blað sum Sosialinum, tá fólk siga, at tíðindaflutingur verður littur og sigur ikki so lítið um hugsunarháttin hjá atfinnarunum.
Tað er eitt sindur meira erkvisni at hóma, nú fullveldisætlanin ikki gongur heilt sum samgongan hevði ætlað. Tað, ið tykist heldur løgið, tá hugsað verður um fullveldisfortalarar er, at spurningar verða ikki settir til sjálva ætlanina ella fyrireikingina av henni, men harafturímóti verða atfinningar havdar á lofti móti teimum, ið hava sett spurningar til gongdina.
Vit hava roynt at viðgjørt eitt nú Hvítubók við at endurgeva ymisk sjónarmið og hava roynt at dekka samráðingarnar við danir so væl, sum vit kunna. Vit hava so eisini sett fram spurningar í mannagongdini. Millum annað vístu vit á tað ivasama við at senda ein faldara í hvørt hús, ið skuldi eitast at vera kunning frá landsstýrinum, men var undirskrivaður vegna Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Slíkt átti ivaleyst at komið undir politiska upplýsing, og flokkar fáa stuðul til slíkt, so ikki er tørvur á, at Føroya Landsstýri stendur sum avsendari av slíkum. Spurningurin er, um ikki tað kann tulkast, sum at vandi er á ferð viðvíkjandi óheftari upplýsing, tá ein politisk ætlan verður send út sum »kunning«, og fólk byrja at tosa um, at ávísir politiskir bólkar skulu fáa síðir í bløðunum settar av fyri at tryggja óheftan tíðindaflutning.
Sum vit hava nevnt áður so er neyvan sæð fyrr, at so nógvir pengar hava verið brúktir til at kunna ella reklamera, um tað ber til at siga so, fyri einari ávísari politiskari ætlan sum fullveldisætlanini. Vit hava sæð heimasíður, faldarar, framløgur kring landið o.s.fr. Um borgarin ikki er samdur, so er tað neyvan tí hann ikki verður nóg væl kunnaður ella tí, at fjølmiðlarnir ikki dekka málið nóg væl. At siga tað, er tað sama sum at siga, at sokallaðu upplýsingarpengarnir eru burturspiltir. Er tað kanska hugsandi, at ein mótreaktión til massivu lýsingina av málinum frá almennari síðu ger seg galdandi?