Tað er eingin fyrimunir við at einskilja almennu jørðina.
Tað halda bæði Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, og Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum.
Alt tos um at einskilja jørðina er bara fyri at flyta tankarnar burtur frá kjakinum um, hvussu vit skipa ein framtíðar landbúnaðarpolitikk, heldur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at hetta kann samanberast við fiskivinnuna.
- Verður jørðin einskild, fer tað at krevja ein øgiligan fíggingartørv hjá teimum, sum vilja upp í vinnuna.
- Eg dugi ikki at síggja nakað dømi um, at tað er gagnligt, leggur hann afturat.
Høgni Hoydal kundi heldur hugsa sær eina skipan, at tá ið ein bóndi fer úr vinnuni, fær hann virðið á tí, hann virðisøkt á garðinum, við sær.
Tað merkir, at tann, sum kemur upp í vinnuna skal ikki yvirtaka eina stóra skuld fyri at ogna sær eina jørð ella mjólkarkvotu, ella til aðrar íløgur.
Annars er Høgni Hoydal samdur við formannin í Bóndafelagnum í trupulleikin í landbúnaðinum er tann, at tað ber ikki til at reka frælsa vinnu, tí tað er ikki samanhangur ímillum avgerðarættin og ábyrgdina.
- Men tað kann loysast, uttan at einskilja jørðina. Alivinnan eigur heldur ikki firðirnar, hon alir á, sigur Høgni Hoydal.
Heldur ikki Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum tekur undir við at einskilja jørðina.
Jørðin er einskild í Danmark og tað hevur ført til eitt hav av tvingsilssølu, har tey einastu, sum hava ríkað seg upp, eru sakførararnir.
Hann sigur, at tað verður jørðin einskild, verður tað ømøguligt at seta teimum, sum hava keypt jørðina í dýrum dómum, krøv um, at tey skulu hava eina búnaðarframleiðslu á jørðini.