Frá livandi seyði til liðugt plagg

Herfyri keypti ein áhugabólkur spinnaríið" hjá Monu" í Klaksvík. Ætlanin er, at taka táttin upp eftir Monu, sálu, við at granska og menna føroyska ull og ikki minst geva ungum og øðrum høvi at fáa innlit í føroyskt ull- og tógvvirki

Klaksvík: Eftir at spinnaríið hjá Monu Olsen í Klaksvík hevur staðið tómt, síðani Mona fór fyri út við tveimum árum síðani, hevur ein áhugabólkur sett sær fyri, at taka táttin upp eftir Monu. Herfyri stovnaði bólkurin smápartafelagið Ullvirking, sum nú hevur keypt bygningin í Víkun-um. Í fyrstu atløgu kemur virksemið hjá bólkinum at taka støði í konseptinum hjá Monu, sum var at framleiða so dygdargott tógv, sum til bar, úr reinari føroyskari ull. Sum frá líður, er eisini ætlanin at víðka um virksemið á spinnarínum við skeiðum, ráðgev-ing, hugnaløtum og handli.

Varðveita vitan
Áhugabólkurin byrjaði longu at arbeiða við hugskotinum fyri fýra árum síðani, og fyrstu tíðina var Mona sjálv við í ætlanini. Tað lá Monu serliga nær at hjarta, at skapa áhuga millum tey ungu fyri handfaring av ull og tí, hon kann brúkast til. Tí hevur áhuga-bólkurin, sum eitt tað fyrsta, sett sær fyri at taka upp samstarv við teir mongu ymsu handverks-skúlarnar í Klaksvík, so sum Tekniska Skúla, Før-oya Hondarbeiðsskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, Kvøldskúlan o. a. Við hjálp frá serkønum fólki, er so eisini ætlanin, at skipa fyri skeiðum av ymsum slagi.

- At duga at handfara ull er als ikki nøkur sjálvfylgja longur. Eg trúgvi, at tað eru mong, sum als ikki vita, hvat tey skulu stilla upp við eitt seyðaskinn, sjálvt um tey kundu hugsað sær at virka tað til tógv. Tí er meiningin eisini, at fólk skulu kunna kom inn her at fáa ráð og vegleiðing, sigur Maria Klein, limur í áhugabólkinum og leggu afturat, at tað skal so lítið til, so er øll hendan vitanin farin fyri skeytið.

Maria sjálv tók ofta eina hond við í arbeiðinum, tá Mona enn var virkin á spinnarínum, og fegnast nú um hendan møguleikan, at arbeiðið kann halda fram. Hon vísir á, at handfaring av ull er ein heil servísund í sær sjálvum, har góðskan á endaliga tógvinum er treytað av hvørjum einasta liði í gongdini, líka frá trivnaðinum hjá tí livandi seyðinum.

Ullaprát
Nýggja virksemið á spinnarínum fer eisini at virka sum ein menningarætlan, har granskað verður í ullini bæði fyri at betra dygdina og vita, hvørjir møguleikar liggja í framleiðsluni.

- Tankin er, at fáa ullina so góða, at tað ikki er neyðugt at blanda annað uppí. Tað krevur vitan um ull og ikki minst evni til at velja tað góðu ullina. Tað kynstrið dugdi Mona sum fáur, sigur Olga Biskopstø, limur í áhugabólkinum. Afturat sær í bólkinum hava tey millum onnur ein bónda við hollari vitan um seyðaskinn og ull, umframt at onnur fakfólk eru til reiðar at traðka til.

Ein annar liður í ætlanini er at geva almenninginum høvi at støkka inn á gólvið at fylgja gongdini líka frá at ullin verður nappað, til tað lidna noða liggur í handlinum. Eisini skulu fólk hava møguleika at lata inn ull, sum so verður spunnin fyri fastan spinniprís. Tógvið verður spunnið og vundið á gomlu maskinunum hjá Monu. Hesar standa enn, sum tær stóðu, og eru í sera góðum standi. Ætlanin er at spinna øll sløg av tógvi á gomlu maskinunum, bæði dúnnappað, samfingið og skipstroyggjutógv.

Gongst sum ætlað, fer Ullvirking í gongd við virksemið tíðliga í vár. Tá er eisini ætlanin at hava ein lítlan handlil við tógvi, sum er spunnið á virkinum. Áhugabólkurin vónar eisini at taka upp samstarv við føroyskar sniðgevar at evna pløgg úr ullini og tógvinum, har lidnu pløggini so verða sýnd fram í handlinum.

- Ein hugnaligan krók ætla vit eisini at hava onkustaðni, har fólk kunnu seta seg við einum kaffimunni og fáa sær eitt ullaprát. Hugskotini eru so nógv, so vit vóna, at vit við hesum kunnu gera okkara til at endurskapa áhugan fyri føroyskari ull, sigur Olga.