Frálíkt tiltak á Tvøroyri

Oddagrein:

Kring landið liggur hópin av gomlum mentanar­virðum, friðað hús, sum antin forfella ella standa gapandi tóm, tí eingin vil ella torir at nema við hesi fornminni. Myndugleikarnir eru strangir, og tað skulu teir vera. Hinvegin kunnu vit uttanlands t. d. í okkara grannalondum síggja, hvussu gomul friðað mentanarminni við skilagóðum arkitektoniskum loysnum og strongum fornfrøðiligum eftirliti kunnu nýtast til vinnulig ella mentanrlig endamál. Her á landi hava vit havt eina sera puritanska støðu til alt hetta økið, og ferðamaðurin fær hvørki vátt ella turt ei heldur, tá hann vitjar okkara mentanarminni. Men nú tykist vend at vera komin í, og alt fleiri fólk taka seg saman at nýta gamlar friðaðar bygningar til vinnu- og frítíðar endamál. Eitt frálíkt dømi hava vit í Klaksvík við Leikalund, og nú er Tvøroyri komið við.

 

Á Tvøroyri eru nøkur av elstu handilshúsunum og pakkhúsunum varðveitt. Umhvørvið við gomlu húsinum hjá Thomsen, sum einaferð vóru ogn Konga­liga Handilsins eru eitt hitt best varðveitta umhvørvið í Føroyum. Við stórum tokka og nærlagni hevur henda gamla ættin, sum upprunaliga kom úr Suðurjútlandi, røkt hetta umhvørvið. Og nú kann Suðuroyggin erpa sær av enn einari vakrari perlu. Hetta vikuskiftið vórðu nýumvældu pakkhúsini hjá Thomsens tikin alment í nýtslu. So nú kunnu mentan, lív og ungdómar aftur fylla gamla havnar­lagið á hesum søguliga bletti, sum hevði sína stór­heitstíð fyri mongum árum síðani sum fiska- og handilsmiðstøð landsins. Hetta er frálíkt, og hetta er eitt sera gott og djarvt hugskot. Um vikuskiftið vórðu hølini formliga tikin í nýtslu, og ein hópur av fólki høvdu leitað sær suður til vøkru oynna til móttøku. Sum altíð, sigur okkara fólk í oynni, tá ið suðuroyingar hava nakað at hátíðarhalda, var tað gjørt við pomp og pragt. Fyrst var almenn móttøku fríggjadagin, og leygardagin var stór veitsla fyri innbodnum og rimmar almennum dansur aftaná. Seglhúsloftið var karmur um alt hátíðarhaldið og stóð royndina við bravur.

 

Tað vil altíð vera ein sera stór og ikki heilt vandaleys uppgáva at nýta eitt so gamalt og fagurfrøðiliga einastandandi umhvørvi til vinnuligt endamál. Hin­vegin hevur umhvørvið verið nýtt til vinnu síðan 1836, so hví ikki? Um øll fornfrøðilig og byggi­frøði­lig fyrilit eru tikin, og allar treytir hjá friðingar­myndug­leikunum annars eru loknar, so kann ikki annað enn gott sigast um hetta fríska og frálíka initiativ. Stigtakarin vónar, at hetta kann gerast byrjanin til eina livandi mentanar- og ferðamanna­vinnu í Suðuroynni. Hon leggur dent á, at onnur noyðast eisini at bjóða seg fram við gisting og tilboðum til ferðafólk. Tað ræður um at skapa eitt heildartilboð, har øll samstarva og draga somu línu, sigur hon. Samanumtikið eiga øll at fegnast um hetta nýggja tiltak í Suðuroy, og stigtakararnir og ætt teirra eiga mikið rós uppiborið – rós fyri at hava varðveitt umhvørvið væl og virðliga og rós fyri hugflog og fyri at almenningurin nú sleppur at nýta hesar søguligu bygningar í einum óvanliga vørkum og hugnaligum umhvørvi. Vónandi verður verkætlanin øll til gangs fyri ikki bara lokalsamfelagið men fyri ein breiðan almenning og vinnulív.