FR-kortið skal eisini brúkast aðrastaðni

- Eitt er at hava innanhýsis kort, sum bert kann nýtast í Føroyum, men er talan um eitt gjaldskort, so eru krøvini til trygd so stór, at vit ikki fíggjarliga kunnu umsita slíka skipan í Føroyum, sigur deilarstjórin

Dagny Joensen

Jens Kr. Vang


FR-gjaldskortið, sum nógvir føroyingar nú brúka, ístaðin fyri at gjalda við reiðum peningi, er ikki føroyskt, hóast Føroya Banki og Sparikassin hava gjørt nógv burturúr í marknaðarføringini at kalla tað FR-kortið.

Fyri at geva gjaldskortunum føroyskan samleika eru tey prýtt við føroysku peningastovnunum á breddanum.

Veruleikin er, at hetta er danskt gjaldskort, sum PBS í Danmark eigur og umsitur.

Søguliga bakgrundin fyri, at FR-kortið varð innført í Føroyum í 1988, var tann, at londini rundan um okkum vóru farin undir slíkar skipanir.

- Tá peningastovnarnir kannaðu málið, mettu teir, at um vit skuldu fara undir slíka skipan í Føroyum, so var neyðugt at gera tað í samstarvi við PBS (Pengeinstitutternes Betalingsservice) í Danmark, sum umsitur gjaldkortskipanina í Danmark, upplýsir Bergur í Garði.

Peningastovnarnir valdu PBS, fyri at kortið eisini kundi nýtast í Danmark og aðrastaðni.

- Fyrimunurin við at vera limur í PBS er, at brúkarin kann fara í einhvønn peningastovn, sjálvtøku ella teleterminal, at taka pening út, samstundis sum dataupplýsingarnar á kortinum tryggja, at bert eigarin kann nýta kortið.


PBS eigur skipanina

- Er tað kortini neyðugt at FR-kort, sum hava skrásett konto og navn á peningastovni, skulu fara til PBS í Danmark at venda, áðrenn peningurin verður útgoldin?

- Tað er PBS sum eigur skipanina, og tí skulu allar flytingar um teirra skipan, sigur Bergur í Garði.

Tað hevur verið arbeitt við at bøta um viðurskiftini. Í fyrstuni vóru sleðurnar nýttar, men so fingu størri at handlar og fyritøkur terminalar, sum um telefonnetið flutti peningin beinanvegin.

Trupulleikin er, at tá stórt trýst er á skipanini, so gongur avgreiðslan ov seint.

Peningastovnarnir og Telefonverkið arbeiða við nýggjari skipan, eitt nú verða Dankort-terminalar tiknir í nýtslu í heyst. Hesir fara at gera skipanina meira nýtiliga. Eitt nú skulu hesir terminalar brúka loynitalið, og tá verður tryggari fyri brúkaran, sum eisini verður avgreiddur alt fyri eitt.

- Peningastovnarnir arbeiða fyri at gera skipanina so góða sum til ber, men útreiðslurnar av hesum skulu eisini gjaldast. Í seinasta lagi eru tað brúkarin, sum eigur at gjalda fyri nýtsluna av skipanini. Tað hava vit ikki fíggjarliga orku til, og tí er PBS besta loysnin, sigur Bergur í Garði.


Føroyskt FR-kort bert nýtast í Føroyum

Marner Jacobsen, varastjóri í Føroya Sparikassa, sigur við Sosialin, at føroyingar ferðast so nógv, og at tað tá er neyðugt at hava samstarv við PBS ella annað felag av slíkum slag. Annars hevði tað kostað føroyingum einar 30 krónur at taka pening út t.d. í Danmark.

- Vit kundu saktans gjørt eitt føroyska skipan, men tað hevði kostað munandi meira. Umframt tað, so hevði kortið bert verið galdandi í Føroyum, sigur Marner Jacobsen.

Í sambandi við kjakið um at nýta sleðu ella terminalskipanina í sambandi við FR-kortið, so heldur Marner Jacobsen, at terminalurin er tryggari, men í teimum førum, har bíðirøðir eru, kann sleðan nýtast.

Tað kann eisini henda, at streymslit er, og so kann terminalskipanin ikki nýtast kortini. Tá er neyðugt at hava sleðuna til at taka.

- Tað snýr seg um, hvussu FR-kortið verður avgreitt og hvussu nógv tað kostar. Nýggju reglurnar eru, at handlar sjálvir skulu avgreiða noturnar til PBS, og hvør skal gjalda.

- Higartil hava vit goldið fyri umsitingina við at bóka noturnar, og tað sparir okkumfyri nógv arbeiði, at reglurnar eru broyttar. Umframt tað, eru terminalarnir tryggari fyri brúkaran, sigur Marner Jacobsen.