Ein breti, sum varð dømdur sekur í morði og hongdur fyri 53 árum síðani, er nú vorðin fríkendur.
Tann 27 ára gamli George Kelly varð avrættaður í 1950, eftir at rætturin hevði dømt hann sekan í at hava myrt biografstjóran Leonard Thomas undir einum ráni í Liverpool árið fyri.
Skyldfólk hjá George Kelly hava øll árini hildið uppá, at hann var ósekur, og tey hava víst á, at ákæruvaldið fjaldi sera týdningarmikið próvtilfar, so verjarnir ongantíð sluppu at síggja tað. Millum annað hevði eitt vitni greitt frá, at tað var ikki Geiorge Kelly, men ein annar maður, sum framdi morðið. Málið kom aftur í rættin herfyri, og týsdagin komu tríggir av teimum fremstu dómarunum í Bretlandi til ta niðurstøðu, at grundarlagið undir úrskurðinum ímóti George Kelly í 1953 var ikki nóg haldgott, til hann at kundi dømast fyri morðið.