Í vikuni lat upp fríðkanarstova, sum veruliga er ein slík við húð og hár. Her fæst nevniliga eitt sindur av hvørjum - til hár og húð. Heildarloysnir.
Athena í Vági læt dyrnar upp í vikuni. Tað eru tær báðar beinta Midjord, hárfríðkanarkvinna, og Majken Sandá, kosmetologur, ið standa aftan fyri Athena. Navnið valdu tær, tí guðinnan Athena m.a. stendur fyri handverki, list.
Frá banka til húðrøkt
Beinta og Majken hava verið vinkonur, síðani tær vóru eini fimm ára gamlar. Beinta lærdi í Havn og hevur arbeitt sum hárfríðk anarkvinna í Vági í eini 8 ár.
Majken hevur síðani 1987 arbeitt í banka, men í árinum 2000 gjørdi hon av at skifta yrkisleið. Hon fór til Danmarkar í skúla og er nú tað, ið nevnt verður alternativur kosmetologur. Hon leggur tó dent á, at talan er um tað sonevnda Cidesco, ið er tann altjóða góðkenda útbúgvingin, ið millum annað fevnir um húð, kost og urtir. Fyrst og fremst er tað húðrøkt, sum talan er um, men eisini smyrsl er partur av tilboðnum.
Tá Majken gjørdi av at fara niður í skúla, byrjaðu tær báðar at práta um hugskotið við slíkari stovu, ið hevur alt á einum stað. Beinta skoytur uppí um Majken, at hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri húðrøkt og slíkum.
Og meira enn einaferð hevur Beinta verið royndarpersónur, minnast tær báðar aftur á.
Alt innan húðrøkt hevur Majken at bjóða, m.a. eisini at fáa óynskt hár burtur, ymiskt til húð og hár er at fáa og annars holl ráðgeving innan húðrøkt. Alt frá serfrøðingi, ið júst tekur sær av tørvinum hjá einstaka kundanum
Hóast hetta kanska ikki er fyrstu ferð, at suðuroyingar hava møguleika at fara til kosmetolog, so er hetta fyrstu ferð, at ein slíkur er í Vági og eingin annar virkar í oynni í løtuni.
Eisini fyri mannfólk
Majken og Beinta eru samdar um, at tað er munur á monnum. Ungu mannfólkini ganga veruliga upp í hár, húð og klæðir.
- Teir eru bevístir um hetta, siga tær báðar.
Majken væntar tó, at nakað verri verður at fáa tilkomnu menninar at seta seg í stólin. Men hon leggur dent á, at tað hendir meira enn so, og at slík røkt als ikki bert er til konufólk.
Viðvíkjandi klipping, var eingin vandi fyrr við at klippa mannfólki, tað vóru ikki so mong snið. Í dag er eisini hetta broytt.
Hóast tær báðar, ið reka Athena, ikki hava lýst við hesum nýggja tilboð enn, so hevur verið nóg mikið at gera hesa fyrstu vikuna, so vónirnar eru góðar.
Nýggja fríðkanarstovan Athena heldur til í hølum á Gørðunum í Vági. Hølini eru júst sett í stand og eru sera snøgg og liggja væl fyri. Framvegis verður arbeitt við at seta í stand restina av bygninginum og møguliga koma onnur líknandi tilboð eisini at húsast undir somu lon í framtíðini.