Kommunalmál
Skopun:
Tað skal gerast meira innbjóðandi hjá fólki at koma til almennu stovnarnar í Skopun. Kommunan er farin undir at gera torg í bygdini.
Tað standa eini brún hus nakað ovarlaga í Skopuna. Við tveimum skeltum á. Tey vísa, at Postverkið og Toll- og Skattstovan húsast her. Einastu almennu stovnar, sum eru í Skopun.
?Tað eru tveir almennir stovnar í bygdini, og teir skulu hava góðar umstøður, sigur borgarstjórin.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri, sigur, at bygdarráðið hevur ásannað, at umhvørvið rundan um hevur ikki verið nóg innbjóðandi hjá fólki at komið til, og tí hevur kommunan gjørt av at fríðka um plássið.
Eini gomul hús, sum hava verið grannar hjá posthúsinum, hevur kommunan keypt og tikið niður, eins og ein gomul kiosk, sum ikki hevur sæð nakað út soleiðis í seinastu, fær somu lagnu.
Økið, sum nú verður ruddað, verður so gjørt til eitt torg, sigur borgarstjórin.
Arbeitt verður eisini við at leggja ferðsluna til og frá ferjuleguni um, soleiðis at øll ferðslan verður beind burtur av bryggjuni, har hon nú er.
Gerhard Lognberg greiðir frá, at ætlanin er at leggja vegin niðan fyri brimgarðin eftir tí stóra økinum, gjørt er har. Síðan verður bryggjan helst bara stongd av, so eingin bilferðsla verður eftir henni yvirhøvur. Heldur ikki frá Teistanum og niðan í bygdina.
Landsverkfrøðingurin arbeiðir við málinum, sigur borgarstjórin. Ætlanin er at gera pláss til bíðirøðirnar á sama økinum.
Skopun fekk fyri góðum ári síðan nýtt vatnreinsiverk, sum ger, at skopuningar nú altíð hava púra reint vatn.
Vatnmongdin hevur annars verið ein trupulleiki í Skopun eins og aðrastðani, tá turkur hevur verið. Men nú er tann trupulleikin loystur, sigur borgarstjórin, við at leiðing er løgd í Hálsavøtn.
Tá ringast stendur til við vanligu vatngoymslunum, veður vatn pumpað úr Hálsavøtnum gjøgnum reinsiverkið, áðrenn tað fer oman til Skopunar.