Fríðin Ziskason er varin optimist um dystin í kvøld

Greiða botnliðið og greiða oddaliðið, Team Klaksvík og KÍF spæla dyst í Atlantic Airways kappingini í kvøld.

 

Dysturin í badmintonhøllini í Klaksvík byrjar klokkan 20.

 

KÍF hevur heili 27 stig, meðan Team Klaksvík einki stig hevur. Kortini er Fríðin Ziskason ein varin optimist. Hann heldur, at gongdin seinastu dystirnar vísir, at liðið er alsamt meir við í dystunum, sum liðið spælir.

 

Teitur Joensen hjá KÍF leggur dent á, at talan er als ikki um ein avgreiðsluspurning. Tað ræður eisini um hjá oddaliðnum at verða klárir til dystin í badmintonhøllini í kvøld.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Fríðin Ziskason og Teit Joensen undir greinini.