Fróði smurdi Jarman av

Høllin á Hálsi kókaði, tá ið Fróði 'Brutalis' Hansen smurdi hollendska mótstøðumannin av.

Seinasti dysturin á North Atlantic Fight Night í høllini á Hálsi í kvøld var tann, ið flestu áskoðararnir høvdu bíðað eftir – nevniliga MMA-dysturin ímillum føroyska Fróða 'Brutalis' Hansen og hollendska Raymond Jarman.


Fróði var væl betri. Raymond endaði næstan alt fyri eitt á gólvinum, og Fróði fekk hann fastan í eitt sokallað submission choke. Dómarin sá ongan annan møguleika enn at bróta dystin av, og Fróði V. Hansen varð útnevndur sum vinnari.


Hetta var seinasti dysturin á North Atlantic Fight Night, sum má sigast at hava verið væl móttikið. Fleiri 100 áskoðarar vóru til staðar og hýrurin var ógvuliga góður. Í Sosialinum mánadagin verður meiri at lesa um tiltakið.