Fróði: Skulu spæla uppá egna styrki

FSF Varpið hevur hitt Fróða Benjaminsen, sum eisini stríðist við vespurnar

Metmaðurin á landsliðnum, Fróði Benjaminsen er við aftur, og hann er til reiðar at fara á vøllin í leiklutinum sum favorittar

 

Síggja samrøðuna við at trýsta HER

 

Hann hevur spælt 91 altjóða dystir á føroyska landslið, og skorað seks mál. Sunnudagin er Fróði Benjaminsen aftur til reiðar at berjast fyri Føroyar, og hann er als ikki bangin fyri leiklutinum sum favorittar.

 

- Vit eru favorittar, men hesin dysturin skal spælast sum ein hvør annar dystur, og so skulu vit spæla uppá okkara egnu styrkir, sigur Fróði Benjaminsen millum annað við FSF Varpið.

 

Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 17 í dag. Rás2 byrjar at senda klokkan 14.