FRÓÐI, sum bólkurin hjá Fróða Hansen rópast, spælir leygarkvøldið í Lades Kælder í Keypmannahavn. FRÓÐI er ein av fýra bólkum, sum spæla har í annaðkvøld. Fróði Hansen hevur fyri kortum verið í studio og tikið upp eina EP, sum kemur út í juli. Hon hevur fingið heitið »patience is a motherfucker when you are living life in slow motion« og ivaleyst fer FRÓÐI at spæla okkurt lag av hesi fløgu.
Teir, sum spæla saman við Fróða Hansen leygarkvøldið, eru Sveinur Dam á el-gittar, Jan Jensen á bass og Rúni Mouritsen á trummum. FRÓÐI fer helst á pall hálvan tíma fyri midnátt.