Fróði gull verdur

Skal peikast á ein spælara sum tann, ið hevur mest at sagt fyri meistaraliðið hjá HB, slepst illa undan at peika á Fróða Benjaminsen, ið gongur undan og hálar restina av liðnum við sær. Einki av hinum liðunum hevur tann spælaran í eins stóran mun

Fyri tað um fótbóltur er ein liðítróttur, so skerst ikki burtur, at einstakir spælarar ofta koma at standa sterkari í myndini enn aðrir. Ein av hesum spælarum er 32 ára gamli miðvallarin hjá HB, Fróði Benjaminsen, sum leygardagin var tann seinasti upp til UEFA-forsetan, Michel Platini, tí hann bæði skuldi hava gullmedalju um hálsin og taka ímóti føroyameistarasteypinum.
Fróði, sum fekk sín fótbóltsuppvøkstur í B68, men annars hevur roynt seg eitt skifti í Íslandi og annars var í trý ár í B36, kom til HB undan kappingarárinum 2008, og leygardagin vann hann annað árið á rað føroyameistaraheitið saman við liðfeløgunum.
– Tað, at vit í dag standa sum føroyameistarar, merkir, at vit nú fáa løn fyri eitt ár, har tað ikki altíð hevur koyrt so væl, men har vit hava arbeitt hart. Vit hava teir spælararnar, sum klára seg best undir ymiskum fortreytum, so sum skaðum og karantenum, og tað gjørdi helst munin í síðsta enda, staðfesti HB-liðformaðurin sjálvur, tá hann kom niður aftur frá Platini – og forrestin eisini niður av herðunum á Jógvani Páll Lassen, ið vildi bera liðformannin í gullstóli eina løtu.
– Hini liðini hava sanniliga eisini verið góð. Men NSÍ kiksaði, tá karantenurnar komu, og EB/Streymur kom bara ov seint í gongd, hóast teir hava eitt øgiliga gott lið og kanska tann breiðasta hópin.

Avgerandi mál
Eingin ivi er um, at skal peikast á ein spælara sum tann, ið hevur mest at sagt fyri meistaraliðið hjá HB, slepst illa undan at peika á júst Fróða, tí hann gongur undan í mestsum hvørjum einasta dysti og hálar restina av liðnum við sær.
Munurin á HB og hinum liðunum, ið hava ligið framvið og dyrgt eftir meistaraheitinum, er at einki av teimum hevur ein spælara, sum í eins stóran mun kann vera íblástur fyri restina av liðnum, umframt at hann kann vera avgerandi munurin, tá veruliga stendur á.
Hann skoraði fyrsta málið hetta kappingarárið í Stórsteypadystinum mitt í mars mánaði, tá HB vann 2-1 á Víkingi, og síðani eru málini komin sløðandi frá honum gjøgnum kappingarárið, har tað næstan hevur verið reglan, at skorar Fróði Benjaminsen í einum dysti, tapir HB ikki. Einasta undantakið alt kappingarárið var dysturin ímóti B71 ólavsøkuaftan
Leygardagin var tað eisini eitt mál frá Fróða, ið setti HB á sigurskós, og tað var hansara trettanda hetta kappingarárið, so ikki kann sigast annað, enn at raski miðvallarin eisini í málskjótingini hevur verið tann stóri undangongumaðurin á HB-liðnum hetta kappingarárið.
– Jú, hetta hevur verið eitt gott ár, men tað kann altíð verða betri. Eg eri fegin um, at eg fekk 13 mál í ár, men eg hevði altso ætlað mær 15, so tað manglaðu tvey í, skemtaði hann brosandi, tá hann við gullmedaljuni um hálsin og føroyameistarasteypinum í hondini var komin niðuraftur frá Platini.
Tað skal vera løgið, um hann ikki longu man vera stórfavorittur, tá ársins spælari í næstum skal veljast…