Fríði Weyhe gjørdi undan hesum kappingarárinum av at royna seg uttanlands. Hann skifti til Aars, ið spælir í triðfremstu deildini í Danmark, og endaði avbera tætt við at spæla um uppflyting seinasta kappingarár. At liðið hevði eittans mál minni í muni gjørdi at Aars aftur mátti spæla í triðfremstu deildini í ár.
Í ár er ætlanin eisini at røkka seinasta stigið móti uppflyting, og Fríði Weyhe hevur verið partur av eini góðkendari byrjan á hesi leið.
Í fyrsta dystinum vann Aars ein sera truplan útisigur á Viborg, ið verður roknað sum favorittur til uppflytin, síðani enn ein sigur á Skive, men so kom fyrsti ósigurin móti Nøvling.
Serliga í dystinum móti Skive lá væl fyri hjá føroyinginum, tí hann gjørdist toppskjútti við 8 málum.
Yvirhøvur sigur Fríði Weyhe, at hann hevur kent tað sum at persónliga gongdin hevur verið góð, sjálvandi serliga í dystinum móti Skive. Kortini er hann sera vónbrotin um seinasta ósigurin.
Hann heldur at liðið spælir góðan álopshondbólt, men hevur nakað at arbeiða við í verjuni.
- Bara tveir teir síðstu dystirnar hava vit latið 63 mál inn, og tá verður tað trupult at vinna dystir, greiðir Fríði Weyhe frá fyri in.fo, áðrenn hann skal hugsavna seg um at spæla landsdystir móti Finlandi í vikuskiftinum.