Fróði er kærkomin

Hjá TB peikar pílurin rætta vegin eftir javnleik og sigur tvær tær seinastu ferðirnar

Í HB vóru teir sera væl nøgdir við avrikið og 4-2 heimasigurin ímóti KÍ. Síðani tá hevur helmingurin av besta liðnum verið burturi í landsliðsørindum. Fyrsta venjingin við øllum spælarunum síðani sigurin á KÍ var í hóskvøldið.

 

HB venjarin Jan C. Dam hevur mangan spælt ímóti TB á útivølli. Tí veit hann, at talan verður um torføra avbjóðing, tá ið HB seinnapartin fer at spæla í Trongisvági:

-Eg eri nøgdur við bæði spæl og hugburðin hjá spælarunum. Ímóti TB á úitvølli er tað ofta sera torført. Onkrir at landsliðsspælarunum eru troyttir. Tí kemur tað sera væl við, at Fróði Benjaminsen er tøkur. Hann verður týdningarmikil at hava á liðnum ímóti TB, sigur HB venjarin, sum harvið boðar frá, at onkrar broytingar verða gjørdar sammett við tað HB liðið, sum higartil hevur staðið seg so væl og hevur vunnið tvær ferðir og einaferð spælt javnt.

 

Hjá TB peikar pílurin rætta vegin. Eftir tepurt heimatap ímóti KÍ og eftir at teir mistu sigurin í síðstu sekundunum á Toftum, kom tað væl við hjá TB, at tað eydnaðist at vinna tepran heimasigur ímóti AB.

Allir TB spælararnir eru tøkir uttan verjuspælarin Absalon Eliasen. Hann flutti undan kappingarbyrjan úr Danmark og til TB, men orsaka av skaða hevur hann enn ikki roynt seg í nýggja felagnum.

 

Í fjør endaði tað 1-1, tá ið HB vitjaði við Stórá. Í 2013 vann HB 5-1, og í 2012 vann TB 4-2.