NSÍ hevur í kvøld avdúkað Fróða Benjaminsen sum nýggjan leikara til komandi kappingarár. Fróði Benjaminsen verður sostatt triði nýggi styrkurin á NSÍ liðnum til hetta kappingarárið, har Johan Troest Davidsen og Øssur Dalbúð eisini eru komnir.
Fróði Benjaminsen spældi í fjør við Víkingi, har núverandi NSÍ venjarin, Sámal Erik Hentze, tá var venjari. Sostatt fer Fróði Benjaminsen nú aftur at spæla undir Sámal Erik Hentze.
Sáttmálin millum Fróða Benjaminsen og NSÍ er galdandi fyri hetta kappingarárið. Fróði Benjaminsen er 40 ára gamal.










