Fróði aftur í B36

Á heimasíðuni hjá EB/Streymi verður sagt, at 30 ára gamli Fróði Clementsen hevur boðað frá, at hann ikki leingir sáttmálan við felagið. Enn vil spælarin sjálvur ikki gera nakrar viðmerkingar, men tað verður roknað sum sannlíkt, at hann í 2009 fer at spæla við barndómsfelagnum, B36. Umframt B36 og EB/Streym hevur Fróði áður spælt við B68 og AB.