Fríhandilssáttmálin við Ísland

Hoyvíkssáttmálin ella Íslandssáttmálin er fyrsti fríhandilssáttmáli Føroyar gera við annað land, sum eisini umfatar tey fýra frælsini og samansjóðar Føroyar, sum búskaparøki, við annað land. Føroyar hava handilssáttmálar við ES, Noreg og Sveis. Føroyar høvdu eisini handilssáttmála við Ísland, men sáttmálin er nú víðkaður við Hoyvíkssáttmálanum.

Seinnu árini er vorðið vanligari at arbeiða við fríhandilssáttmálum. Handilssáttmálar hava í nógv ár verið, men fyrst GATT og síðan WTO hava arbeitt meira miðvíst fyri skipaðum fríhandli. Í stuttum kann sigast at WTO ger ein karm fyri fríhandilssáttmálar, har øll sáttmálalondini binda seg til reglur á økjum semja er um. T.d. hevur WTO ikki loyvt Ruslandi limaskap, tí Rusland ikki lýkur krøvini, sum sett verða limalondum.

Frælsi?
Tá sagt verður at talan er um fríhandilssáttmálar liggur tað í orðunum at talan er um frælsan handil uttan forðingar. Soleiðis er tað ikki altíð. Oftani eru undantøk og/ella eru økir, sum sáttmálin ikki fevnir um. Í arbeiðnum við at seta seta sáttmálan i gildi millum Føroyar og Ísland hava nógv ivamál verið, serliga frá føroyskari síðu. Men tað er ikki bara í Føroyum, at so er. Tað er ofta talan um harðar, strævnar og langar samráðingar millum partar í royndini at fáa eina fríhandilsavtalu uppá pláss.

WTO
Føroyar eru partur av danska WTO limaskapinum og arbeiða tí innanfyri WTO karmar. Tað merkir eisini at Føroyar skulu fylgja WTO reglum. WTO hevur heimild at døma í handilsósemjum millum limalond. Avgerðirnar eru bindandi fyri limalondini. Aðalmálið hjá WTO er at skipa ein so frælsan heimshandil sum gjørligt. Soleiðis arbeiðir WTO fyri at taka allar handilsforðingar av. Ein partur av WTO leistininum er sonevndi Most Favoured Nation (MFN) klausulurin. Í hesum liggur, at um eitt land, t.d. Føroyar gevur einum sáttmálaparti betri sømdir enn hini londini hava, skulu øll londini hava hesar somu sømdir.

Alheims handilssamstarv
Handilsliga er WTO heimsfelagskapurin, sum roynir at hava greiðar karmar á handilsøkinum. WTO er ein av sonevndu serstovnunum í ST familjuni. Annars er ikki heimsumfatandi handilssamstarv. Tað eru tó komin fleiri regional fríhandilsøki, so sum ES, EFTA, Mercosur og Nafta.

Regionalt handilssamstarv
ES er dømi um tætt regionalt handilssamstarv. ES samstarvið er tó nógv meira umfatandi enn ein fríhandilssáttmáli. ES samstarvi er ein frælsur innari marknaður sambundin við einari politiskari samansjóðing. Men t.d. Frakland gjørdi bart á seinasta WTO fundinum í Hong Kong, at landið ikki tekur undir við einum frælsum heimshandli. Frakland arbeiðir fyri einum regionalum fríhandli, sum landið hevur í ES og metir ikki at ein felagsskapur sum ES hevur nakað endamál, um heimshandilin skal verða púra frælsur.

Sjálvdráttur
Drívmegin handan ynski um frælsan heimshandil, handilssamgongur og fríhandilssáttmálar er at hava ein frælsari heimshandil uttan forðingar. Men eisini at byrgja fyri at lond lata seg aftur og seta forðingar, tá búskapir í einstøku londunum fara eftir hæli.
At Føroyar arbeiða framímóti at hava betri møguleikar á handilsøkinum er ein sjálvfylgja. Flestu lond arbeiða framímóti at hava so frælsa marknaðaratgongd sum gjørligt. Hetta skal so vigast ímóti at lata onnur fáa atgongd til egnan markna. Føroyar hava í veruleikanum lítið at tingast við, okkara marknaður er so lítil at tað ikki er vist, at orka verður brúkt uppá hann. Men vit liva av samhandli við onnur lond, og tí er tað hent hjá okkum at hava so frælsa atgongd til útlendskar marknaðir sum gjørligt.

Íslandssáttmálin
Vit hava framanundan havt handilssáttmála við Ísland síðan 1992, og í eitt tíðarskeið hevur so verið tingast um at gera ein meira víttfevnandi fríhandilssáttmála ímillum londini. Ísland hevur longu í fleiri ár arbeitt neyvt við at hava fleiri umfatandi fríhandilssáttmálar, m.a. umvegis EFTA limaskapin.

Ónøgdin
Fleiri røddir hava víst á, at Hoyvíkssáttmálin gevur íslendingum fleiri fyrimunir enn føroyingum. Hetta er m.a. tí at viðurskifti partana millum, sum ætlanin var skuldu verða loyst, ikki eru komin uppá pláss. Talan er um ein vanliga trupulleika í fríhandilssáttmálahøpi, har sterkara landi krevur meira enn tað gevur. Serliga eyðsýnt hevur tað verið við fleiri av teim sáttmálatilgongdunum USA hevur havt við triðjaheimslond. Tey tingini, sum ikki eru fingin uppá pláss, skulu fáast uppá pláss umvegis politiskar samráðingar, og er tað tí ein leikur politiska skipanin má taka sær av.

Grundleggjandi
Føroyar hava sett sín fyrsta umfatandi fríhandilssáttmála í verk og vit hava tí vaksið um okkara heimamarkna við Íslandi. Ísland er ikki ein stórur marknaður, men hóast alt nakað væl størri enn tann føroyski. Men mest umráðandi, Føroyar hava byrja tilgongdina at hava breiðar fríhandilssáttmálar. Tað er sera drúgt at gera slíkar sáttmálar, men tyngsta byrðan liggur í tí fyrstu tilgongdini. Ein av ágóðunum er, at nú hava vit ment førleikar til at gera sáttmálar við aðrar partar eisini. Íslandssáttmálin er somuleiðis bygdur á tey fýra frælsini, sum ger at Føroyar og Ísland gerast eitt búskaparøki.