Kappróður
Tað eydnaðist ikki Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði leygardagin at vinna fyri triðju ferð á rað.
Hesa ferð var tað Frúgvin úr Miðvági, sum var fyrst á mál. Sigurin var rættuliga trivaligur. Frúgvin legði bragdliga fyri, og oddasessurin varð ongantíð hóttur. Frúgvin helt undan kappingarneytunum, og á málinum var hon gott og væl leys av Erlu Kongsdóttir.
Tær úr Fuglafirði fingu ikki so góðan start, men tað var kortini eingin ivi um næstfremsta plássið.
Tað kom ikki óvæntað á, at Frúgvin vann. Bæði á norðoyastevnu og á fjarðastevnu hevur talan verið um tætta kapping millum Erlu Kongsdóttir og Frúnna.
Talan var um fyrsta sigurin hjá Frúnni í tvey ár. Seinast Frúgvin úr Miðvági vann, var tað á sundalagsstevnu í 2007. Í fjør vann Sílið allar róðrarnar í hesi kappingini. Higartil í ár hevur Sílið ikki luttikið í FM kappingini.










