Frá grundlóg til stjórnarskipan

Stjórnarrit 2. Formaður4, næstformaður og skrivari í grundlógarnevndini eru farnir undir greinarrøð, har teir gera viðmerkingar til kjakið um nýggja føroyska stjórnarskipan

Formanskapurin í grundlógarnevndini
Jóan Pauli Joensen,
Kári á Rógvi,
Bárður Larsen

Endamál
Grundleggjandi politisk og løgfrøðilig skjøl sum stjórnarskipanir eru úrslit av áhaldandi tilgongd, har samfeløg berjast ævigar bardagar í royndini at yvirliva, endurskapast, mennast og stríðast fyri sosialari vælferð og rættvísi. Stjórnarskipanir bera samfeløg og samfelagsstrukturar gjøgnum tíðina og eru á ein hátt amboð hjá kollektiva minninum. Stjórnarskipanir virka eisini sum skipan og samskipan av atferð hjá samfelagsborgarum og myndugleikum og eru á tann hátt eisini fyriskipanir av samfelagnum í nútíðini. Í triðja lagi eru stjórnarskipanir eisini amboð til at orða og ætla visjónirnar fyri samfelagsligu framtíðina.
Sum komið inn á í Fyrra flaggdagsáliti er eisini endamálið við uppskotinum til føroyska stjórnarskipan at skapa og endurskapa okkara føroyska samfelag við at taka samanum, útdýpa og menna elligomlu virði okkara. Sum partur av hesi skapan og endurskapan er ein høvuðstáttur ein tjóðskaparlig semja um at lýsa av nýggjum støðuna hjá Føroya landi og -fólki í samveldi við onnur.

Grundlóg ella stjórnarskipan
Úti í heimi verða stjórnarskipanir nevndar alt frá grundlógum (grundgesetz, grundlag, grundlov) til konstitutiónir (constitution), forfatningar (verfassung, forfatning) og stýrisskipanarlógir ella stjórnarskráir. Orð og heiti hava tó ikki annan týdning, enn vit leggja í tey. Bæði grundlógir, forfatningar, konstitutiónir og stjórnarskráir ella stjórnarskipanir merkja á leið tað sama; tær eru grundviðtøkur fyri samfeløg og binda ofta saman fortíð, nútíð og framtíð, har tjóðin ella samfelagið verður (endur) stovnað og grundleggjandi viðurskifti sum eitt nú rættarskipan og stýrislag ásett.
Kortini hevur navnið elvt til trupulleikar í tí kjaki, sum hevur verið, og tykist hetta enn vera so. Eitt nú hevur formaðurin í sambandsflokkinum víst á, at Føroyar ikki hava tørv á eini grundlóg, tí vit longu hava eina. Hetta er rætt, men kanska er trupulleikin, at orðið grundlóg verður sett í samband við spurningin um at hava ella taka føroyskt fullveldi. Men hetta nýtist tó ikki vera so, tí orðið grundlóg hevur ikki í sjálvum sær nakað við fullveldi at gera, men merkir einans tað sama sum stýrisskipanarlóg ella stjórnarskipan. Annar trupulleiki er kortini, at tjóðveldisflokkurin og málgagn hansara halda áfram at nýta orðið grundlóg, hóast long tíð er gingin síðan, at øllum var greitt, at orðið "grundlóg" er ein forðing fyri eini breiðari semju - eini tjóðskaparligari semju - ið er altavgerandi fyri at koma víðari fram við hesi týdningarmiklu ætlan.

Tjóðskaparlig semja
Stjórnarskipanin er ætlað sum grundleggjandi skjal fyri føroyska samfelagið. Hóast evsta løgfrøðiliga- og politiska skjal fyri eindina Føroyar, so avgerð stjórnarskipanin ongan spurning um loysing ella samband. Stjórnarskipanin ásetur ikki, hvussu breitt ella djúpt henda føroyska eindin í løtuni gongur; heldur verður tann spurningurin avgjørdur av verandi skipan.
Ein høvuðsætlan við uppskotinum til føroyska stjórnarskipan er at finna eina semju millum veingirnar í føroyskum politikki - eina sokallaða tjóðskaparliga semju. Nú kann verða funnist at ætlanini um eina tjóðskaparliga semju og spurt, um tað ikki er undarligt at royna at finna eina semju nú eftir alla rokanina og ósemjuna farnu seks árini. Men ætlanin er ikki at finna nakra savnandi loysn á spurninginum um loysing ella samband. Uttan at kunna spáa um framtíðina vildi tað verið bláoygt at vænta, at stjórnarskipanin kundi avgjørt endaliga málið fyri sjálvstýrisstrembanini, og at føroyingar ikki eisini frameftir fóru at vera ósamdir um endaligu støðu Føroya. Tjóðskaparliga ætlanin undir stjórnarskipanini er ein heilt onnur og í tveimum liðum.
Fyrst er ætlanin at finna ein felagsnevnara fyri eini fatan av, hvørja støðu landið og fólkið longu nú hava. Væntandi fara allir føroyingar at vera samdir um, at landið Føroyar leingi hevur verið til sum egið land og løgdømi, hóast hetta ikki merkir fullveldi ella statur. Eisini er at vóna, at allir føroyingar eru samdir um, at Føroya fólk endaliga ger av støðuna hjá sær sjálvum og landinum - eisini í mun til onnur.
Í øðrum lagi er ætlanin at fáa eina prosessuella semju í tjóðskaparspurninginum. Kundu føroyingar verið samdir um, hvussu neyvt farast skal fram, um og tá ríkisrættarliga støðan verður broytt, so vildi verið semja um týdningarmiklan part av verandi tjóðskaparósemju - spurningin um broytingarmannagongdina.
Ætlanin við tjóðskaparligu semjuni kann tí sigast at vera at fáa føroyingar at ganga saman so langt á leið sum til ber, uttan tó at siga nakað um endaliga málið. Eydnast henda tilgongd, so er nógv vunnið í royndini at temja tann flokkadrátt, ið so leingi hevur lagt sína køvandi hond yvir føroyskan politikk.

Tað málsliga
At enda nøkur fá orð um tað málsliga. Orðið stjórnarskipan kemur av at "stjórna" og eigur á suður- og sandoyarmálið at verða framborið sum "stjornarskipan" og á øðrum føroyskum sum "stjørnarskipan". Hinvegin er tað ein málslig misskiljing, at sand- ella suðuroyingar siga annaðhvørt "stjyrnarskipan" ella "stjørnarskipan".