Í skjótt trý ár hevur ”Neyðhjálp fólkakirkjunnar” havt lítlan handil á horninum M.A. Winthersgøta/Tróndargøta, har brúkt klæðir verða seld fyri lítiðog lætt. Peningurin fer til hjálparfelagsskapin ”Neyðhjálp fólkakirkjunnar”, og fólkini í handlinum arbeiða sjálvboðið.
Dentur verður lagdur á góða kundatænastu og hampulig klæði. Á hvørjum plaggi er fest prísmerki, og um tú hyggur væl eftir, sært tú tekst, skrivaðan við heilt smáum stavum. Her stendur, hvat t.d. ein hálvtrýsskrónuseðil kann brúkast til, har illa stendur til úti í verðini. Fyri 50 krónur kann Neyðhjálp fólkakirkjunnar tryggja, at eitt gøtubarn í Kirgistan fær mat, song, heilivág og ráðgeving í 4 dagar.
Handilin arbeiðir væl saman við tí donsku ”Folkekirkens nødhjælp”, men er tó lagaður til føroysk viðurskifti. Tvinni sløg av hjálp eru: Hjálp, tá ið katastrofur ráma og hjálp til fólk, so tey verða før fyri at breyðføða seg og sína familju.
Nógv fólk fregnast eftir og ivast í, um nú alt hetta hjálpir nakað. Vit vita, at tað hjálpir, og hetta gevur okkum treysti til at halda fram.
Niðanfyri finnur tú dømi um, hvussu peningurin kann gagna.
Fyri 40 krónur kann Neyðhjálp fólkakirkjunnar (N.F.) tryggja, at eitt flóttabarn kann verða ansað í 3 dagar, har tað fær kreppuhjálp fyri sálarligu løstir sínar.
Fyri 45 krónur kann N.F. keypa 35 kg. av rísi til tey burmesisku flóttafólkini í Tailandi.
Fyri 60 krónur kann N.F. tryggja einum kastuleysum indiskum barni uppihald á kostskúla í 6 vikur.
Fyri 90 krónur kann N.F. keypa køksgreiðir við t.d. gasskókara, gassi og pannum til eina familju, sum hevur mist alt í eini katastrofu.
Fyri 100 krónur kann N.F. keypa 600 proteinkeksir, sum geva 100 fólkum (í flóttafólkalegu eftir katastrofu) mat í ein dag.
Fyri 125 krónur kann N.F. bjóða eini kvinnu í Guatemala eitt skeið í sniðgeving, framleiðslu og sølu av listahandverki, sum kann tryggja lívsgrundarlagið hjá allari familjuni.










