Frægasti kappingarneytin hjá KÍ hevur mist 9 stig í 8 dystum

Meðan KÍ hevur fingið 24 stig av 24 møguligum stigum í 8 dystum, so hava kappingarneytarnir bara fingið millum 5 og 15 stig í 8 dystum

Tað er lítil spenningur um fyrsta plássið í effodeildini í skrivandi stund, og høvdu NSÍ og HB ikki vunnið á KÌ í øðrum og triðja umfari í effodeildini, so hevði spenningurin verið enn minni. KÍ hevur 35 stig á fyrsta plássi, og eru sjey stig frammanfyri Víking á øðrum plássi.

 

Síðani KÍ spældi javnleik 1-1 ímóti AB 21. apríl hevur KÍ fingið 24 av 24 møguligum stigum í átta teimum seinastu dystunum í effodeildini. Víkingur, B68, Skála, HB, TB, NSÍ, Víkingur aftur, og B36 hava øll verið noydd at lúta ímóti KÍ tey seinastu átta umførini.

 

Samstundis hava kappingarneytarnir hjá KÍ, Víkingur, NSÍ, B36, HB og ÍF ligið millum eina vánaliga og misjavna úrtøku seinastu átta dystirnar. Ein úrtøka, sum hevur ligið millum fimm og fimtan stig av 24 møguligum.

 

NSÍ er frægasti kappingarneytin seinastu átta umførini. NSÍ hevur fingið 15 av 24 møguligum stigum. ÍF er næstfrægast við 14 av 24 møguligum stigum seinastu átta umførini. Víkingur hevur fingið 13 stig seinastu átta umførini.

 

Úrtøkan hjá verandi meistarunum, B36 hevur verið vánalig. B36 hevur bara fingið níggju av 24 stigum. Úrtøkan hjá HB hevur verið næstan katastrofal. HB hevur bert fingið fimm av 24 stigum seinastu átta umførini. 

 

Komandi fríggjakvøld tekur KÍ ímóti AB. Vinnur KÍ ímóti AB, og Víkingur missir stig í dystinum ímóti TB í Trongisvági, og NSÍ ikki fær fult ímóti B36 í Runavík, so verður KÍ níggju stig á odda, tá liðini fara í summarfrí.

 

Gomlu hyggjuráðini siga, at ein skal taka ein dyst í senn, men taka vit seinastu átta dystirnar, so verður KÍ ein suverenur FM-vinnari 2016, um kappingarneytarnir ikki fáa betri gongd á.