Frægari hjá Wozniacki

Tað er synd at siga, at 2012 hevur roynst væl hjá donsku tennisstjørnini, Caroline Wozniacki. Frá at hava ligið nummar eitt á nýggjárinum, er hon støðugt gjøgnum árið raplað niður á nummar 11.

 

Men nú sært heldur frægari út. Tað eydnaðist henni at vinna í Seul í síðstu viku, og nú hevur hon leikt seg í fjórðingsfinaluna í Toray Pan Pasific Open, sum verður leikt í Tokyo.

 

Men í mun til síðstu viku í Seul, er so at siga øll elitan við í Japan, og dysturin í dag móti Li Na var uttan iva størsti sigurin hjá Wozniacki í ár.

 

Tað byrjaði ikki alt for væl tá danin tapti fyrsta settið 4-6, men hon kom sterkt aftur og vann annað sett 6-3. Í triðja setti kom hon á odda 5-4 og skuldi tí serva fyri dystinum. Men hon kom aftur út 15-40, áðrenn hon vann fýra servur á rað og harvið dystin 6-4.

 

Í fjórðingsfinaluni skal hon møta góðu vinkonu síni, Agnieszka Radwanska. Hvítsrussiski heimseittarin er eisini seedað nummar eitt í Japan, meðan Wozniacki er seedað nummar 10. Serena Williams er einasti toppspælarin, sum ikki er við í Tokyo.