Føroyska meistaraliðið, EB/Streymur/Skála fær sína sak fyri í innleiðandi bólkaspælinum í Champions League kappingini.
Farna mikudag tapti EB/Streymur/Skála heili 0-9 móti kasakiska meistaraliðnum, BIIK Shymkent.
Heilt so galið gekk tað ikki ímóti finska meistaraliðnum, PK-35 Vantaa.
Fyrr í dag tapti EB/Streymur/Skála 0-5 móti PK-35-Vantaa. Í steðginum var støðan 1-0. Annað málið fekk PK-35 Vantaa tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Seinastu trý málini fossaðu inn innanfyri fimm minuttir. PK-35 Vantaa økti til 3-0 í 75. minutti, og tá 80 minuttir vóru farnir var støðan 5-0 til PK-35 Vantaa.
Hagtølini frá UEFA frá dystinum eru ikki so hugalig og boða frá, at EB/Streymur/Skála hevur havt úr at gera við at verja:
PK-35 Vantaa-EB/Streymur/Skála:
71% | Possession (Høvdu bóltin undir dystinum) | 29% |
25 | Málroyndir | 2 |
17 | Royndir á málið | 1 |
8 | Royndir við síðunnar av málinum | 1 |
Týsdagin klokkan 16 spælir EB/Streymur/Skála móti estiska meistaraliðnum, Flora Talinn sum tapti 2-3 móti PK-35 Vantaa í tí fyrsta dystinum.
Innleiðandi bólkaspælið verður avgreitt í Estlandi.