Francis Henry Lee er føddur í Bolton uttanfyri Manchester 29. apríl í 1944. Í 1959 byrjaði Lee sína fótbóltsyrkisleið í Bolton sum 15 ára gamal. Sum Lee vaks til var øllum greitt, at her var talan um ein framúr góðan álopsleikara. Við tíðini eydnaðist tað honum at fáa 139 dystir fyri Bolton, og skoraði hann 92 mál í hesum 139 dystunum. Hetta førdi til, at stóru grannarnir úr Manchester City vildi gera ein sáttmála við hann. Hetta gjørdist veruleiki í oktober í 1967, og talan gjørdist um ein sáttmála, sum hevði eitt virðið uppá 60.000 bretsk pund, sum var nógv tá á døgum. Longu í sínum næsta dysti fyri Manchester City skoraði Franny Lee tá teir spældu móti Fulham.
Meistarar í 1968
Tað eydnaðist Lee at vinna enska meistaraheitið longu fyrsta kappingarárið, hann spældi við Manchester City. Venjarin hjá Manchester City, Joe Mercer, nevndi Lee “Tann síðsta brikkin í puslispælinum”, og tað skuldi vísa seg at verða júst so.
Hetta kappingarárið togaðist Manchester City við Manchester United um ensku fótbóltstrónuna, og ikki fyrr enn í síðsta umfarinum eydnaðist tað Manchester City at staðfesta enska meistaraheitið.
Talan gjørdist um ein sera dramatiskan dyst móti Newcastle United. City vann dystin 4-3, og skoraði Lee eitt av málunum, sum førdi til at meistaraheitið endaði á Maine Road.
Àrið eftir vann City FA Cup finaluna á Wembley við einum 1-0 finalusigri yvir Leicester City. Neil Young skoraði sigursmálið hjá City.
Í 1970 vann City evropeisku kappingina fyri steypavinnarar. Ì finaluni, sum var leikt á táverandi Prater Leikvøllinum í Wien, møtti Manchester City pólska liðnum, Gornik Zarbre. City vann 2-1, og skoraði Lee í finaluni uppá brotsspark.
Brotssparksmet
Kappingarárið 1971-1972 setti Lee eitt brotssparksmet. Hetta árið skoraði hann 35 mál, 15 av teimum uppá brotsspark, sum er bretskt met fyri brotsspørk, sum ein einstakur fótbóltsspælari hevur skorað í einum kappingarári.
Nógv av brotsspørkunum, sum City fekk tillutað, vóru brotsspørk, sum vóru gjørd ímóti Franny Lee. Hetta gjørdi, at viðhaldsfólkini hjá City góvu honum kelinavnið: “Lee One Pen”.
Fótbóltstíðindamenn og onnur meintu, at Lee datt heldur lætt, og at hann fekk ov nógv brotsspørk tillutað. Hesi góvu honum eyðknevnið: “Lee Won Pen”. Tvey dømi um hvussu góður og gløggur bretskur humor kann verða.
Tá bretar hava kjakast um teir spælarar, sum “kava” fyri at fáa brotsspørk, so hevur navnið hjá Franny Lee ofta verið uppi og vent. Leiðarin fyri ensku fótbóltsdómarnar, Keith Hackett hevur sagt opið og alment: At Franny Lee bar orð fyri at detta ov lætt.
Meistari við Derby
Árini 1967-1974 spældi Lee 248 dystir fyri Manchester City, og skoraði hann 112 mál. Lee fór til Derby County í august 1974. Millum annað skoraði Lee tíggju ferðir í dystum ímóti Manchester United, og var tað við til at gera hann eyka væl umtóktan millum viðhaldsfólkini.
Lee var ikki glaður um avgerðina hjá Manchester City, um at selja hann, og í desember hetta árið undirstrikaði hann hetta við at skora sigursmálið fyri Derby ímóti Manchester City. Fyri aðru ferð eydnaðist tað Lee at vinna enska meistaraheitið, og skoraði hann eisini javnan fyri Derby hetta kappingarárið. Tí kundi hann eisini taka ímóti enn einum meistara-heiðursmerki í maj 1975.
Næsta kappingarárið endaði Lee í einum roki, sum fólk í Bretlandi minnast væl. Verjuleikarin hjá Leeds, Norman Hunter, ákærdi Lee fyri at hava vunnið sær eitt brotsspark á óregluligan og ósømiligan hátt. Orðadrátturin millum Hunter og Lee førdi til sannan nevaleik, og endin var, at báðir vóru sendir av vøllinum. Seinni hevur blaðið “The Observer” valt hendan tilburðin til at verða tann mest minniliga útvísingin í ítróttarsøguni.
Millum 1968 og 1972 spældi Lee 27 landsdystir fyri Ongland, og skoraði hann tíggju mál í hesum landsdystunum. Í 1976 legði hann skógvarnar á hilluna. Í mun til aðrar fótbóltsspælarar gjørdist ikki talan um eina stagnasjón.
WC-pappír
Lee fór í eina heldur sjáldsama vinnu. Hann byrjaði at framleiða WC-pappír, og hilnaðist somikið væl, at hann skjótt gjørdist millum ríkastu menn. Millum manna var hann nevndur “Bog Roll King” – WC-pappírskongurin.
Lee gjørdist eisini kendur, sum kappingarhesta-venjari. Her eydnaðist tað Lee at venja nakrar hestar, sum gjørdu tað gott á kappingarbreytunum. Onglendingar minnast Harry Hardmann, Allwight Then og Young Jason, sum góðar kappingarhestar. Í 2001 gavst Lee tó at fáast við kappingarhestar.
Formaður í City
Sjálvt um Lee eisini spældi við Bolton og Derby, so var Manchester City altíð liðið, sum honum dámdi best.
Í 1994 keypti hann partabrøv fyri 3 miljónir bretsk pund. Hetta førdi til, at hann gjørdist formaður í felagnum. Men tíðin sum formaður í Manchester City gjørdist ikki líka eydnurík, sum tíðin hann hevði, sum spælari í felagnum. Millum mistøkini Lee gjørdi var at seta Alan Ball í starv sum venjara. Tað gekk galið longu fyrsta árið, og Manchester City flutti niður. Niall Quinn, Keith Curle og Garry Flitcroft rýmdi úr spælarahópinum, og alt fór í hundannar hjá City.
Lee tók seg aftur sum formann í 1998, og tá var Manchester City farið skramblandi niður í triðjubestu fótbóltsdeildina.
Fyrstu árini helt hann fram, sum partaeigari, men hann valdi síðani at selja síni partabrøv til thailendska ríkmannin, Thaksin Shinawatra, sum eigur Manchester City við húð og hárum í dag.
4. juni í 2005 endaði Franny Lee í geglinum aftaná ein harðan orðadrátt við ein løgreglumann. Hetta hendi tá løgreglumaðurin vildi gera eina alkoholroynd, fyri at kanna um kona Franny Lee, Gill hevði ov nógv alkohol í blóðinum, tá hon koyrdi heim við bili sínum.
Manchester City viðhaldsfólk minnast ikki formannin Franny Lee við gleði, men álopsspælaran Franny Lee minnast tey við stórari gleði. Vánaligu avrikini á skrivstovuni klára ikki at yvirskugga góðu avrikini á fótbóltsvøllinum. Og lítil ivi er um, at Franny Lee situr og hyggur í sjónvarp, tá EB/Streymur tekur ímóti Manchester City á Tórsvølli hóskvøldið.