Samkoman byrjaði við at Bjarni Olsen, sparikassastjóri, helt røðu, síðan handaði hann borgarstjóranum í Havn, Jan Christiansen, standmyndirnar. Fyri Tórshavnar býráð helt Jan Christiansen røðu og síðan segði listamaðurin, Hans Pauli Olsen, eisini nøkur orð.
Standmyndirnar vóru upprunaliga gjørdar til eina framsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Spariakassagrunnurin hevur samstarvað við Tórshavnar kommunu um standmyndirnar. Teir hava skapt teir fíggjarligu møguleikarnar fyri at fáa hana til vega. Tórshavnar kommuna hevur nú yvirtekið tær og kemur at gera eitt anlegg um tær og síðani røkja og viðlíkahalda standmyndir og anlegg.
Vegna Sparikassagrunnin takkaði Bjarni Olsen listamanninum, Hans Paula Olsen, fyri hesar sera vøkru standmyndirnar.
Hans Pauli hevur rópt standmyndirnar fyri Fríða, men Bjarni Olsen avdúkaði, at framyvir fara standmyndirnar at eita Fría Fríða, har tað fyrsta Fría er uttan ð.
1.
Standmyndirnar eru eitt prýði, har tær standa millum aldargamla Skansan og modernaða bygningin hjá Sparikassanum