Frá 18 til 70 ár

Klaksvík: Longu fyrsta kvøldið vísti tað seg, at stórur áhugi var fyri nýggja kirkju- og ungdómskórinum í Klaksvík.

Fyrsta kvøldið fyrr í farna mánaði møttu tilsamans 29 fólk og er luttakaratalið nú eftir trimum venjingarkvøldum komið uppá 45.
- Sangararnir í kórinum møta trúliga upp til tíðina, og eru ógvuliga jalig. Tað er týðuligt, at fólk hava saknað eitt kór í kirkjuni í langa tíð, verður sagt úr kórinum..
Yngsti sangarin er átjan og elsti er um tey sjeyti, annars eru sangarar úr øllum aldursbólkum.
Tey ið stjórnað kórinum eru Jóhanna Johannessen, Ólavur Johannessen og Magni Husgaard.