Fountainhúsið flutt í størri hølir

Fountainhúsið er flutt í nýggj hølir á V.U. Hammershaimbsgøtu

Fountainhúsið hevur í nógv ár hildið til í hugnaliga Heinesenshúsinum á Tinghúsvegnum.

Tey húsini eru nú alt ov lítil til virksemið.

 

Fountainhúsið er flutt í húsini í V.U. Hammershaimbsgøtu 3, har Umlættingaheimið var í nógv ár.

Í hesum hølinum er nógv rúmligari, og tí er pláss fyri meira virksemi.


Úr Fountainhúsinum gleðast tey um at hava fingið stórri hølir frá Tórshavnar kommunu, sum hevur stuðlað á ymiskan hátt. Tey gleða seg at byrja eitt nýtt og spennandi tíðarskeið í nýggja Fountainhúsinum.