Fountain Hús í Føroyum

Sirið Stenberg, Tjóðveldi
-----
Tíðin er komin til at sálarheilsan og sálarsjúka fær rúmd í Føroyska samfelagnum. Søguliga sæð hava vit ikki verið serliga góð til hetta í Føroyum, men tíðin er nógv broytt til tað betra, og tað er gott - psykiatriska økið er í stórari menning.
Psykiatriin er nýtt fakøkið í Føroyum. Ikki tí, sálasjúk fólk hava altíð verið. Fyrr blivu fólk send av landinum. Sjálvsagt hava nøkur verið her heima, og teirra lívsumstøður og lívsgóðska man í nógvum førum hava verið so sum so. Ikki fyrr enn í 70-unum fingu vit veruliga psykiatri í Føroyum, og tá komu fleiri fólk heimaftur. Hesum fólkum hava vit enn tann dag í dag ikki megna at útvega eitt heim, tí nøkur búgva enn á psykiatriska deplinum. Hetta eigur at vera ein svartur blettur í samvitskuni hjá øllum, sum hava sitið við valdið øll hesi árini.
Doris Hansen hevur í bókini “Søgan um hini” lyst søguna hjá einum parti av Føroya fólki, ið lítið og einki hevur verið skrivað um: tey brekaðu. Hon umrøður andveik, sinnissjúk, epileptikarar, avlamin, talibrekað, blind og svárt tunghoyrd og umstøður teirra. Hetta er lestnaður, sum allir politikkarir eiga at lesa, og læra av.
Hóast tað, at psykiatriin er ment nógv í Føroyum, so er langt eftir á mál. Framvegis eru so at siga ongi verulig arbeiðsrættaði tilboð aftaná útskriving av sjúkrahúsinum. Tilboð sum kunnu menna førleikar og rehabilitera. Tí er vandin fyri endurinnleggjan sera stórur.
Fountain House kann bjóða júst nakað av tí vit mangla. Eitt dagtilboð til áleið 50 fólk fyri áleið 2,5 milliónir árliga. Sami kostnaður sum eini 700 nnleggingardagar.
Ikki at hava nakað at fara upp til, og onki innihald at hava í degnum má vera ein tann ringasta støðan fólk kunnu koma í. Tað í sær sjálvum er nokk til at blíva sjúkur av. Har vónloysi fastatøkur á fólki, er lívsneistin sløktur.
Finnast tað hinvegin góð og mennandi tilboð, sum kunnu hjálpa fólki at koma á føtur aftur, so kann tað vera júst tað, sum fær fólk til ikki at blíva endurinnløgd, og møguliga onkur eisini fær mót uppá at koma út á arbeiðsmarkanðin aftur. So her er nógv at vinna fyri allar partar.

Sálarheilsan má fáa somu rúmd sum likamliga heilsan. Tað hevur hon ikki í dag. Økispsykiatriin er tíverri ikki útbygd um alt landið og vit kenna øll til longu bíðilistarnir til t.d barnapsykiatriina. Vænti ikki vit høvdu góðtikið slíkt við øðrum sjúkum.
Eitt stórt arbeiði hevur verið lagt í at fyrireika Fountain Hús í Føroyum. Dugnalig fakfólk hava fyrireikað, og sum skilst er klárt at fara í gong. Tað er einans fíggingin, sum manglar. Í uppskotinum sum nú hevur verið lagt fyri tingið, varð mælt til at fáa pening til vega av játtanini, sum skal fyrireikað Eysturoyartunnilin. Peningurin var sostatt ætlaður frá ”asfalt og betong” til at byggja aðrar vegir og brýr, sum tey sálarssjúku tørva inn aftur í samfelagið- og lívið. Men tíverri bleiv okkara uppskot um Fountain Hús felt. Skil tað hvør ið vil ! eg skilji tað so ikki !
Løgtingið hevur eina serliga skyldu at umboða, og taka sær av teimum samfelagsbólkum, sum ikki sjálvi megna at gera vart við sína støðu. Fólk við sálarsjúku kunnu millum annað vera tunglynd, hava angist og ótta, og trupulleikar við at vera í sosialum høpi. Tí er trupult hjá teimum at gera vart við seg, og tí eiga vit øll at vera teirra rødd, og gera alt vit kunnu fyri at fáa tey viðurskifti í rættlag, sum mangla til eitt virðiligt lív við sálarsjúku.
Sálarsjúka kann raka okkum øll, og neyvan finnst nakar borgari í landinum, sum ikki á ein ella annan hátt kennir til tað, antin sum t.d.avvarðandi, familja, starvsfelagið, vinfólk ella við sjálvur at blíva raktur.
Mín inniliga áheitan á samgonguna skal vera at raðfesta psykiatriska økið, her íroknað Fountain Hús, barnapsykiatriina og økispsykiatriina.