Fotografurin, journalisturin og hin rættvísi Lot

Jenis av Rana

Farna mikudag prátaði eg við tveir danir, fotograf og journalist frá sjónvarpinum hjá DR. Hesir gera sending um m. a. viðurskifti, ið gera Føroyar til eina sermerkta tjóð í norðurlendskum høpi. Teir høvdu verið í Føroyum í 8 dagar, tosað við nógv fólk, tó øll úr meginøkinum. Spurdir høvdu teir onga frágreiðing um, hví hugsanir norðoyinga, suðuroyinga og sandoyinga ikki høvdu áhuga teirra.
Av mongum áhugaverdum høvdu teir fest seg við, at mong mettu Føroyar at vera tað nærmasta, tú kemur paradís á jørð. Hinvegin høvdu teir, her í Føroyum, lært, at Guðsmaðurin Lot var ein brotsmaður, tí hann: »havde drevet blodskam med sine døtre«. Eg sá tað tí sum ein forrætt at kunna siga teimum alla søguna um »tann rættvísa Lot«, sum dag um dag píndist av skammleysa atburði hina gudleysu. Um hvussu hann livdi so við Gudi, at hann og døturnar báðar vórðu einsamallar eftir, tá ovurhonds synd hevði volt deyða allra teirra, tey livdu ímillum. Og eisini hoyrdu teir frásøgnina um, hvussu fyrst onnur og síðani hin dótturin, fyri »at fáa avkom«, gjørdu seg inn á Faðir sín, góvu Honum at drekka og lógu hjá honum. Um tað lesa vit m. a., at hann ( Lot ): »sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór uppaftur«.
Sjáldsamt at danir, enntá úr Bíbliuni, fáa skeivt endurgivið frá føroyingum!
Annars er søgan um Lot, umframt ein áminning um, hvussu álvarsliga Gud sær upp á synd, ein fantastisk frásøgn um kærleika og trúfesti Guds til tann, ið velur at liva lív sítt í áliti á lyfti Hansara. Hevur tú ikki lisið hesa frásøgn, fari eg at viðmæla tær at gera tað - hon er skjótt lisin. Tú finnur hana í 1. bók Mósesar, seinnu helvt av kap. 18 og allan kap.19. Viðmerkingar Pæturs, í 2. Pætursbrævi kap. 2 frá ørindi 6, eru eisini verdar at lesa.