Myndin er tilvildarlig

Fótgangari læt lív í ferðsluvanlukku í Nuuk

Vanlukkan hendi í miðbýnum í Nuuk, og løgreglan veit at siga, at tað var ein 29 ára gamal maður sum koyrdi bilin

Myndin er tilvildarlig

Í gjárkvøldið læt ein kvinna lív í syrgiligari ferðsluvanlukku í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Grønlands Politi veit at siga, at kvinnan, sum var í 50-unum, doyði av løstum, hon fekk, tá hon varð ákoyrd.

 

Løgreglan fekk boðini um hendingina um 22.44-tíðina í gjárkvøldið.

 

Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Jeppe Andsager, sigur við Sermitsiaq, at kvinnan var til gongu, tá hon varð ákoyrd.

 

Vanlukkan hendi í miðbýnum í Nuuk, og løgreglan veit at siga, at tað var ein 29 ára gamal maður sum koyrdi bilin.

 

Jeppe Andsager vil í løtuni ikki greiða nærri frá umstøðunum kring vanlukkuna - ei heldur, um maðurin er handtikin.

 

- Vit vilja fegin frætta frá møguligum vitnum til sjálva vanlukkuna, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi við Sermitsiaq.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig