Fótbóltspanelið: Símun Rógvi forbetraði seg nógv

Í dag viðgjørdi fótbóltspanelið evnini til ársins spælarar

Fótbóltspanelið: Seinnapartin í dag var fótbóltspanelið hjá Rás2 mannað við Tróndi Arge, Helga L. Petersen og Terja Nielsen.

 

Tróndur, Helgi og Terji umrøddu evnini til ársins spælarar, umframt, at teir grundgóvu fyri sínum valum til ársins spælara, ársins unga spælara, ársins málverja, ársins verjuspælara, ársins miðvallara, ársins áleypara, ársins venjara og ársins dómara.

 

Símun Rógvi Hansen hjá AB er millum teir tríggjar, sum hava fingið flest atkvøður, sum ársins málverji. Panelið var samt um, at Símun Rógvi byrjaði stak illa, men hann vísti góðan moral við at arbeiða seg uppaftur, og stóð væl teir seinastu tveir triðingarnar av kappingini. 

 

Tað ber til at hoyra fótbóltskjakið undir myndini. Talan er um eina ljóðfílu, sum er 38 minuttir til longdar. Tí er neyðugt - eins og tá ein lesur inn YouTube filmar - at lesa ta bláu strikuna inn fyrst.