Fótbóltskjak: Fótbóltspanelið á Rás2 var í dag mannað við Teiti Joensen, Símuni Joensen og Tróndi Arge.
Stóra evnið var venjaraskiftið hjá HB. Teir tríggir í panelinum vóru samdir um, at Oddbjørn Joensen hevur, sum gullvinnari ikki fingið eina virðiliga viðferð við ikki at hava fingið longt sáttmálan, sum høvuðsvenjari hjá HB.
Hetta fekk nógvar lurtarar - samdar og ósamdar - at ressast og smsa inn til fótbóltspanelið. Teitur Joensen, Símun Joensen og Tróndur Arge undirstrikaðu tó allir, at málið snúði seg ikki um Heðin Askham, sum teir halda er ein framúr góður venjari.
Fótbóltspanelið tjakaðist eisini um hvørji lið floppaðu, og hvørji lið toppaðu í effodeildini í ár.
Tað ber til at hoyra fótbóltskjakið á Rás2 undir myndini av Oddbirni Joensen og Pálli M. Joensen. Tað er av stórum týdningi at lesa ta bláu strikuna inn fyrst, tí talan er um eina ljóðfílu, sum er 35 minuttir til longdar.
Lesararnir hjá in.fo kunnu sjálvandi eisini halda fram at kjakast undir greinini.