Fótbóltspanelið er aftur í dag á ferð. Hesa ferð gongur leiðin til fuglafjarðar, har tað aftur er Betri deildarfótbóltur á skránni.
Í fyrra tímanum – frá klokkan 15 til 16 – er gesturin Alexandar Jovevic. Hann er høvðusvenjari hjá ÍF. Í seinna tímanum verða Ólavur Larsen og Jóan Pauli Jacobsen gestir. Tá fer tað at snúgva seg um bæði ÍF og restina av føroyskum fótbbólti.
Hugt verður eisini eitt sindur nærri at VFF-Kup, sum verður leygardagin. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda sms inn á 559999.











