TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Jón Krosslá Poulsen, sum harmast um, at hann og liðfelagarnir standa við ongum, aftaná heimadystin ímóti TB suðuri í Vági, sum FC Suðuroy tapti 1-3.
Jón harmast um, at eitt FC Suðuroy lið í sterkastu uppstilling fekk so lítið burturúr. Hann ásannnar, at mótbrekkan er vorðin tung við trimum tapum av trimum møguligum. Tað ger tað ikki frægari, at liðið má verða Høgna Madsen og Vassili fyri uttan til komandi dyst ímóti FM-vinnarunum, B36, sum vitja suðuri í Vági komandi leygardag.