Bæði Jens Martin Knudsen og Uni Arge, ið hava fótbóltsroyndir úr Íslandi, hava alment verið frammi og sagt, at tað hevði bøtt um hjá føroyskum fótbólti, um vit fingu fótbóltshallir í Føroyum, so venjast kann alt árið.
Íslendingar fingu fyri nøkrum árum síðani fótbóltshallir, og siga teir , at síðani hevur gingið framá, so tað sæst eftir.
Christian Andreasen, FSF forseti, sigur, at FSF stuðlar hugsanini um fótbóltshøll í Føroyum.
- Tað hava verið ymsar ætlanir uppi og vent viðhvørt. Seinast var nokk ætlanin um eina høll , sum skuldi vera í Skálabotni. FSF játtaði eini 12 milliónir til ætlanina, minnist meg rætt. Men hetta datt niðurfyri aftur, tí stuðul ella vælvild fekst ikki frá øðrum síðum, sigur Christian Andreasen.
- FSF er ikki ført fyri sjálvt at lyfta eini verkætlan um fótbóltshøll. Vit mugu raðfesta, og t.d. mugu vit raðfesta heimavøll okkara, Tórsvøll. Tað var t.d. í tøkum tíma, at vit fingu ljósini. Um tey ikki komu, so spældu vit heimadystir okkara onkra aðrastaðni, sigur Christian Andreasen.
- Tað sum vantar, er initiativ frá onkrari kommunu ella frá almennari síðu. FSF hevur altíð verið til reiðar at stuðla verkætlanum um fótbóltshøll, og hevur altíð sagt, at FSF vil vera við í slíkari verkætlan, sigur Christian Andreasen, sum metir, at kostnaðurin á slíkari høll helst er einar 70 – 80 milliónir krónur.
FSF forsetin metir, at tað hevði havt týdning at fingið fótbóltshøll, men at neyvan allir trupulleikar harvið vóru loystir.
- Nú veit eg ikki, um veðurlagið í Íslandi er júst tað sama, sum hjá okkum, men tað hevur verið sagt, at í Føroyum ber til at venja alt árið. Trupulleikin er jú, at fótbólturin hevur langan steðg vetrarhálvuna. Eg fari at loyva mær at ivast í, um ein høll einsamøll hevði loyst trupulleikarnar hesum viðvíkjandi. Helst skal ein hugburðsbroyting til eisini, sigur Christian Andreasen.