Bæði Sepp Blatter, fráfarandi og bannaður FIFA forseti, og Michel Platini, bannaður UEFA forseti, fara at kæra avgerðina hjá etisku nevnd hjá FIFA, um at banna teir frá øllum fótbólti í átta ár.
- Eg eri keddur av, at eg framvegis er ein boksipúta, og at FIFA forsetin skal verða ein boksipúta. Eg eri keddur av tí vegna fótbóltin, sum eg havi tænt í 40 ár, sigur Sepp Blatter, ið fer at kæra avgerðina til ítróttardómstólin, CAS.
- Eg fari at stríðast fyri mær sjálvum og fyri FIFA. Eg eri bannaður í átta ár, men fyri hvat, spyr Sepp Blatter.
Eisini Michel Platini fer at kæra avgerðina til CAS. Maðurin, sum fyri kortum var favorittur at FIFA forseti eftir Sepp Blatter, er nú bannaður frá øllum fótbólti í átta ár. Hann hevur umvegis AFP tíðindastovuna frá, at hann kærir avgerðina.
UEFA hevur á heimasíðuni víst sín stuðul til Michel Platini, og hansara rætt til at reinsa sítt navn.
Dómurin
Sepp Blatter og Michel Platini blivu fyrr í dag bannaðir í átta ár. Málið snýr seg um, at Sepp Blatter hevur goldið Michel Platini góðar tíggju milliónir krónur í 2011. Trupulleikin er, at flytingin ikki er bóka ella góðkend nakranstaðni. Somuleiðis fellur gjaldingin stutt fyri, at Sepp Blatter verður afturvaldur.