Seinnapartin í dag handaði KJ Hydraulik Bakkafrosti tvíkiljuna Skarðsvík, ið er 21. báturin, teir handað føroyska alirisanum. Skarðsvík hevur bygginummar 37.
Les eisini Skarðsvík handaður Bakkafrosti
Tvíkiljusmíðið er vorðið ein týðandi táttur í virkseminum hjá KJ.
Fyrr gjørdi fyritøkan sjálv alt byggiarbeiðið í sambandi við tvíkiljurnar, men hesi seinastu árini hevur ein skipasmiðja í Lepaia í Letlandi gjørt alt tað grova stál- og aluminiumsarbeiðið, tí tað gekk so striltið at fáa sveisarar í Føroyum. KJ eigur tó alt konseptið, og tá skrokkarnir eru komnir til Føroya, ger fyritøkan á Kambsdali restina av arbeiðnum svarandi til umleið 85 prosent av samlaða kostnaðinum.
KJ byggir eisini aliarbeiðsbátar til hinar føroysku alifyritøkurnar, og bygginummar 38, sum er av somu stødd sum Skarðsvík, er bílagdur av Marine Harvest í Føroyum.
- Tíbetur gongur tað so væl í føroysku alivinnuni, at vit alla tíðina hava ein eftirspurning her heima. Tá útlendskur peningur kom uppí føroysku alivinnuna, óttaðust summi, at alt virksemið rundan um alivirksemið fór at flyta av landinum. Men hjá KJ kunnu vit staðfesta, at tað er ikki hent – tvørturímóti, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ.
Umframt tvíkiljurnar byggir fyritøkan at kalla allar aliringarnar til føroysku alivinnuna.
Men tað er ikki bara heimamarknaðurin, ið hevur boð eftir aliútgerð frá fyritøkuni á Kambsdali. Fýra tvíkiljur eru bygdar til Íslands, og KJ hevur júst gjørt sáttmála um at byggja eina tvíkilju til skotsku alifyritøkuna Cook Aquaculture umframt aliringar fyri 5-6 milliónir krónur til alifyritøkuna Grieg Scotland.
- Vónandi kunnu vit av álvara fáa fótafesti á útlendska alimarknaðinum, tí vit hava longu prógvað, at vit eru kappingarførir í prísi og ikki minni, tá tað snýr seg um dygd, sigur Ólavur Asafsson Olsen.
KJ Hydraulik – ella bara KJ, sum fyritøkan fyri tað mesta nevnir seg nú – byrjaði sum ein vanlig smiðja í 1978, men hevur við árunum ment seg til eina stóra maskinsmiðju og maskinsølu. Útvið 100 fólk starvast í dag í fyritøkuni, harav tey 20 eru lærlingar.
Umframt til alingina er fyritøkan ein stórur veitari til føroysku fiskivinnuna bæði á sjógvi og á landi, men sølan av motorum, maskinlutun og allari hugsandi útgerð innan smiðuarbeiði er ein alsamt vaksandi partur av virkseminum.
Hjá KJ leggja tey tó dent á, at hóast fyritøkan í dag oftast er frammi í ljósinum í sambandi við stórar verkætlanir, so er ongin uppgáva ov lítil fyri tey – tað ber enn til at koma til KJ at fáa eitt gevind skorið í eitt rør ella bara fyri at keypa nakrar skrúvur.