Forvitnislig sangskrivarakonsert í Gjáargarði

Í kvøld verður konsert í Gjáargarði við luttakarum úr sangskrivaraskeiði, sum

amerikanarin Brett Perkins hevur hildið við Gjógv hesa vikuna. Á konsertini luttaka nøkur av teimum størstu nøvnunum innan sangskriving í Føroyum, umframt sangskrivarir úr Írlandi, Svøríki, USA og Danmark.

 

Roknast kann við eini forvitnisligari konsert, har kendir føroyskir sangskrivarir

royna nýggjar leiðir, og har útlendskir sangskrivarir vísa, á hvønn hátt uppihaldið

í Føroyum hevur givið teimum nýggjan íblástur.

 

Millum tey luttakandi á konsertini vera Vígdis Fjallstein, Jóan Petur á Stongunum,

Signar í Homrum, Eyðfinn Jensen, Marius, Parisch Browne (Írland), Bjorn Zetterqvist

(Svøríki), Annemarie Zimakoff (Danmark) og Brett Perkins (USA).

 

Brett Perkins skipar árliga fyri altjóða sangskrivaraskeiðum í Danmark, Svøríki,

Grikkalandi, Írlandi og USA, og ætlanin er, at hetta eisini skal vera eitt árligt

tiltak í Føroyum. Sangskrivaraskeiðið er fingið í lag í samstarvi við Tónleikur.fo

og Dansk Artistforbund.

 

Konsertin í Gjáargarði í kvøld byrjar kl. 20, og tað er ókeypis atgongd. Í

annaðkvøld verður eisini konsert við luttakarum frá sangskrivaraskeiðinum á Kafé

Kaspar í Havn.

 

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.