Forvitnislig myndaframløga í Løkshøll

- Eg leggi dent á at greiða frá, soleiðis at øll kunnu verða við, sigur Oggi Lamhauge.

Mentanarvikan Skýming er byrjað. Í gjár var setanin í Løkshøll, har salurin var gott og væl fullsettur. Fimm framsýningar á Bókasavninum við Løkin - umframt aðrastaðni í býnum - lótu upp.

 

Semja er um, at list fær góða rúmd í skránni fyri mentanarvikuna - Skýming - í ár.

 

Í kvøld verður ein forvitnislig myndaframløga í Løkshøll um føroyska listasøgu. Tað er Oggi Lamhauge, listamaður og listamiðlari, sum fer at vísa myndir á stórskíggja, og hann fer eisini at hava eina søguliga gjøgnumgongd av føroyskari málningalist – og skulpturum.

 

- Eg leggi dent á at greiða frá á einum støði, soleiðis at øll kunnu verða við og kunnu fáa nakað burturúr. Sostatt er hetta ikki eitt tiltak fyri tey fáu, men heldur fyri tann breiða skaran, sigur Oggi.

 

Svend Højgaard, leiðari á Bókasavninum við Løkin, sigur, at tiltakið í kvøld er ein sjáldsamur møguleiki at hoyra eina samanhangandi søguliga frágreiðing um føroyska list.

 

- Framløgan í Løkshøll er frá klokkan 19 til 21, og tað er ókeypis atgongd, sigur leiðarin.