Nógvir eru mátarnir at selja eitt land innan ferðavinnuna. Ein teirra er við sjáldsomum bygningum.
Ein slíkur bygningur, sum í alheims høpi verður roknaður sum nakað heilt fyri seg, er henda igloo'in ið stendur omanfyri bygdina í Kvívík.
Hin er at finna í einum yvirliti yvir slíkar bygningar í heiminum, saman við øðrum bygningum sum bæði venda upp og niður, og sum í mangar mátar skara framúr í byggisniði.
Meiri fæst at vita ella síggja um hesar bygningarnar á heimasíðuni picarc.ru/news/print-268.html. Og leitar tú til mynd nr. 78, sært tú føroyska íkastið til yvirlitið.