Eins og undanfarin ár skipa stóru søvnini aftur í ár fyri savnsfagnaði fyri familjuni í heystfrítíðini. Hesaferð verða eisini spennandi kappingar innan tekning og film fyri børn og ung.
Fyri at skapa áhuga fyri eygleiðing, verður evnið á kappingunum: “Eygleið og gev víðari!”.
Í báðum kappingunum snýr tað seg um at eygleiða tað, sum hendir kring okkum. At lata eyguni upp og at vera forvitin. Sum tey siga: Heimurin er fullur av stuttligum lutum, merkisverdum tilburðum og løgnum fyribrigdum. Eygleið tey, filma og tekna tey og gev tey víðari. Tá er longu fyrsta stigið tikið móti sannari list og gransking á høgum støði.
Teknikapping
Teknikappingin, ”Eygleið, tekna og gev víðari” er fyri børn í aldrinum 2 til 11 ár. Tað eru Býarbókasavnið og Savnsfagnaðurin 2010, sum í felag útskrivað teknikapping, har børn fáa møguleika at geva sínar eygleiðingar víðari. Kappast verður í trimum aldursbólkum, og vinningar verða góðar bøkur.
Filmskapping
Filmskappingin, ”Eygleið, filma og gev víðari” er fyri ung í aldrinum 12-20 ár. Her er ætlanin, at tey ungu skulu taka eina telefon, eitt myndatól ella eitthvørt videotólið og filma tað, tey síggja. Tað snýr seg um at eygleiða, vera árvakin og filma okkurt, sum undrar ella hugtekur.
--
Treytir
Freistin at senda inn filmar og tekningar er 30. september. Fleiri upplýsingar um kappingarnar eru at finna á www.snar.fo/savnsfagnadur
--
Fakta
Savnsfagnaðurin er árligt tiltak, har børn, ung og vaksin í stórum tali vitja søvnini í heystfrítíðini. Í vikuni eftir heystfrítíðina er serligt tiltak fyri skúlunum á søvnunum. Skúlaflokkar kunnu bíleggja sær tíð á Landsmiðstøðini.
--
FYRI SEG:::
Við í Savnsfagnaðinum 2010 eru: Náttúrugripasavnið, Jarðfeingi, Sjósavnið, Listasavnið, Fornminnissavnið, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin.
--











