Fóru til hendurs eftir ferðsluóhapp í Noregi

- Tvey fólk eru koyrd á skaðastovuna við sjúkrabili, og ein maður er handtikin og situr nú í brummuni, sigur norska løgreglan.

Eitt lítið ferðsluóhapp í Noregi í nátt endaði við, at fleiri fólk fóru til hendurs.

 

Norska løgreglan sigur á X, fyrrverandi Twitter, at hetta hendi á leiðini við Lindlan.

 

Tvey fólk eru koyrd á skaðastovuna við sjúkrabili, og ein maður er handtikin og situr nú í brummuni.

 

Norska løgreglan sigur, at fleiri fólk gjørdust partur av bardaganum.

 

- Vit eru á staðnum, og vit fara at gera fleiri kanningar og avhoyringar, sigur norska løgreglan.