Fóru ongantíð til arbeiðis

Í meiri enn eitt hálvt ár hevur landsstýrið súltað eina nevnd, sum skuldi kanna møguleikarnar fyri at fáa netbankan aftur til Føroya

 

Tann 25. mars í ár kunngjørdu teir føroysku peningastovnarnir og landsstýrið hátíðarliga, at tey høvdu gjørt eina avtalu um at seta eina óhefta nevnd at kanna fyrimunir og vansar við at taka netbankan, og aðrar KT skipanir hjá bankunum, heim aftur til Føroya.

 

Tíðindaskrivið um avtaluna var prýtt við mynd av Janus Petersen, sum var formaður í yri Felagnum Føroyskir Peningastovnar, Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Johan Dahl, sum var landsstýrismaður í vinnumálum og tað var almannakunngjørt, eftir ein hálvavegna fólkauppreistur í Føroyum, eftir at bankarnir høvdu gjørt av, at allir føroyingar skuldu upp í donsku NemID skipanini, tí tann føroyski netbankin fór at verða niðurlagdur.

Les eisini: Bankarnir hava nú slept kravinum um NenID

Og samstundis sum at nevndin skuldi setast, kunngjørdu bankarnir, at teir sleptu kravinum um, at øll skulu upp ú NemID.

 

Tíðliga í summar segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at nevndin skuldi setast í næstu framtíð.

 

Men hóast meiri enn eitt hálvt ár nú er farið síðani arbeiðið skuldi setast ígongd, er als onki hent enn.

Les eisini: Taka støðu til føroyskan netbanka í heyst

Kristina Háfoss, nýsett landsstýriskvinna í fíggjarmálum, staðfestir, at arbeiðið varð ongantíð sett ígongd.

 

Men nú verður so ein ætlan løgd fyri, hvussu netbankin, og aðrar KT skipanir hjá bankunum kunnu flytast heim aftur til Føroya.

Les eisini: Tað skal einki vera at seta fingurin á

- Tað er eitt av teimum fyrstu málunum, hendan nýggja samgongan er farin í holt við, leggur landsstýriskvinnan afturat.

 

Hóast bankarnir lovaðu at sleppa kravinum um at allir føroyingarnir skuldu upp í NemID, er veruleikin, at tað er vorðið tvørligari at brúka føroyska netbankan, og tað nýggjasta er, at um ein mánað sleppa fólk ikki inn á netbankan á teldli.

 

Kristina Háfoss staðfestir, at bankarnir hava lovað, at teir skulu ikki tvinga fólk upp í NemIF.

 

- Tað lyftið vænta vit, at teir halda, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hon væntar eisini, at peningastovnarnir eina sinnaðir at samstarva um at eina føroyska loysn, skjótast tilber.

 

- Vit fara í hvussu so er at arbeiða av øllum alvi at koma á mál við hesum sum skjótast, sigur Kristina Háfoss.

 

Í KvF í gjárkvøldið staðfesti Suni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, at avtalan um at seta eina óhefta kanning, er sett úr gildi, men at landsstýrið ætlar at kanna málið sjálvt.