Floksting
Í síni formansfrágreiðing á flokstingi Tjóðveldisins í Skálavík vísti formaðurin, Høgni Hoydal, á, at Skálavík hevur fostrað mangar mætar kvinnur og menn, bæði skald, vinnulívsfólk, fiski-og útróðrarmenn, stórbøndur og húskallar.
- Skálavík hevur eisini fostrað orginalar sum Klæmint Myllhamar, ið ikki kunnu kopierast. Hann hevur skrivað besta lesarabrævið, eg havi lisið. Klæmint setti pennin beint á, hvussu menningin hevur verið í okkara frælsis-og fullveldisstríði, har so mong hava barst ímóti politikkinum hjá sjálvstýrisrørsluni. Í lesarabrævinum vísti Klæmint á, at bløð og fjølmiðlar eru á tremur við fólki, sum skíra fullveldi ræðuligt og vandafult, og sum ávara sínar landsmenn móti Tjóðveldinum og tí politikki, vit standa fyri og fremja.
Høgni vísti á, at Klæmint í lesarabrævinum skeyt upp at halda nakrar fólkaatkvøður um tann politikk, sum sambandsflokkarnir og teirra viðhaldsfólk hava stríðst fyri – ella rættari sagt hava stríðst ímóti.
- Íðan, segði Klæmint. Lat okkum taka tey upp á orðið og halda nakrar fólkaatkvøður. Lat okkum soleiðis hava fólkaatkvøðu um fáa føroyskt úr aftur skúla og kirkju, um at strika Merkið og fara aftur at flagga við Dannebrog, um at koyra fiskimarkið innaftur á tríggjar fjórðingar, um at lata fyrisitingina av undirgrundini frá okkum og um at fáa løgtingið aftur til amtsráð. Ongin svaraði honum aftur!
Klæmint skrivaði lesarabrævið í 2001, og Høgni helt fyri, at skálvíkingurin kundi lagt fylgjandi aftrat í dag:
- Lat okkum hava eina fólkaatkvøðu um at lata ræðið á samfelagsøkjum aftur til Danmarkar, eitt nú skúlamálini og almannamálini. Hesi tóku vit á føroyskar hendur í 2002 og minkaðu soleiðis leigupeningin úr Danmark fyri okkara sjálvræði – tann sonevnda blokkstuðulin – og frystu hann. Nú er hann vorðin minni enn helmingurin av tí, hann var í búskapinum.
Fortíð og framtíð
Formaður Tjóðveldisins vísti á, at fortíðin kemur av sær sjálvari, men tað ger framtíðin ikki.
- Okkum nýtist sum so ikki at løna politikarum og ráðharrum í Føroyum fyri at leiða okkum aftur í fortíðina ella at verða millumhandlarar fyri avgerðir, ið onnur skulu taka fyri okkum og sum vit ikki hava fólkaræðisliga ávirkan á og ikki kunnu seta nakran til svars fyri. Tað er lítil kunstur at bjóða seg fram í politiskum starvi við tí boðskapi, at onkur annar skal gjalda og taka ábyrgdina fyri okkum.
Høgni Hoydal segði, at framtíðin kemur ikki av sær sjálvari. Hon er grundarlagið undir tí stríði og teimum málum, sum Tjóðveldi má og skal fremja. Soleiðis hevur tað altíð verið.
- Ein, sum støðugt krevur at vita prísin á øllum, finnur ikki virðið í nøkrum.
Hann segði, at alt tað, sum er okkum allar kærast í dag, alt tað, sum ger okkum errin og byggir framtíðina, alt tað, sum bindur okkum saman og gevur okkum okkara pláss í heiminum. Hetta eru júst tey mál og tey frambrot, sum so nógv bardust ímóti og sum skiltu okkum so nógv í fortíðini.
Høgni segði, at fyri hann persónliga er tað serstakt at halda tjóðveldisting í Skálavík, tí í Skálavík er eisini hansara upphav.
- Tippoldurabbi mín var Jógvan á Oyruni í Skálavík. Hann var tiltikin heimadoktari og í heimaráðum. Jógvan varð sagdur at duga at mana og meira enn at mata sær. Hann var serstakur í útsjónd. Haldi, at Viderø skrivar, at Jógvan var sum ein illa laðaður varði. Kortini setti hann nógvar væl laðaðar varðar eftir seg. Jógvan var fyri stórum missi, tá børnini doyðu frá honum av vanlukkum. Langabbi mín Dánial vaks fyri ein stóran part upp hjá Jógvani á Oyruni, segði floksformaðurin.